22. juni og 25. juni verða spennandi fótbóltsdystir í Føroyum. Talan er um eina kapping millum meistaraliðini í Føroyum, Kosovo, Andorra og San Marino. Tað liðið, sum vinnur hesa kappingina tryggjar sær luttøku í fyrsta undanumfari í Champions League í ár.
Enn er ógreitt hvørji mótstøðuliðini hjá føroyska meistaranum, HB, verða. Meistaraheitið í hinum londunum er ikki avgjørt enn.
Men tað er nú avgjørt, at hesi liðini skulu spæla undankapping í Føroyum. 8. juni verður lutakast um hvussu dystirnir verða spældir. Verður mannagongdin tann sama, sum í fjør, so verða HB og meistararnir úr Kosovi seedaðir, og koma ikki at hittast í fyrstu dystinum, sum verða spældir 22. juni.
Vinnararnir av hesum dystunum skulu so spæla finalu 25. juni um rættin at luttaka sum 52. landið í sjálvari Champions League kappingini. Lutakastið til fyrsta undanumfar verður 15. juni, so longu tá veit vinnandi liðið hvørjum tað skal møta í víðari kappingini.
Linfield víðari uttan dyst
Tá KÍ luttók í Champions League í fjør sum føroyameistari 2019, var ikki neyðugt hjá liðinum at vera við til hesa undan-undankappingina.
Men úrslitini í Champions League hava lagað seg soleiðis, at Norðurírland hevur vunnið seg fram um Føroyar, og norðurírsku meistararnir sleppa nú undan hesi kappingini, sum er millum tey lægst styrkismettu londini í Evropa, tá um felagsfótbólt ræður.
Í fjør hendi tað, at meistararnir úr Kosovo, FC Drita, spældu seg í finaluna móti Linfield úr Norðurírlandi. Liðini høvdu vunnið á ávikavist Inter Club d’Escaldes úr Andorra og Tre Fiori úr San Marino. Kappingin varð hildin á leikvøllinum, sum liggur beint við høvuðsborgina hjá Uefa í Nyon í Sveits.
Men finalan varð ongantíð spæld. Undan finaludystinum vísti tað seg, at tveir leikarar á liðnum úr Kosovo høvdu fingið korona-smittuna, og dysturin varð tí avlýstur, og Linfield úr Norðurírlandi dømt at vinna dystin 3-0.
Linfield trekti útivøll móti pólsku meistarunum úr Legia í Warshawa í fyrsta umfari, og tapti dystin 0-1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald