Orsakað av økta smittutýstinum í Japan, heittu fleiri guvernørar á stjórnina um at lýsa undantaksstøðu í Tokyo og fleiri øðrum býum, og tað hevur japanski forsætisráðharrin, Yoshihide Suga, nú valt at gera.
Sum smittutrýstið økist, gerst tað eisini meira sannlíkt, at olympisku leikirnir í Tokyo mugu útsetast enn einaferð ella avlýsast.
Upprunaliga skuldi OL verða á sumri í 2020, men orsakað av covid-19 varð avgerð tikin um at útseta tað í eitt ár. Eftir ætlan skal OL verða í døgunum 23. juli til 8. august 2021.
Men sambært Dick Pound, ið er limur í Altjóða Olympisku Nevndini, (IOC), er tað ikki vist, at tað fer at bera til at hava OL í Tokyo í summar.
Japanskir politikarar og olympisk embætisfólk hava annars higartil sagt, at OL verður í ár, men sambært Jyllands-Posten, ásannar mann, at endaliga avgerðin enn ikki er tikin.
Meiningakanningar vísa eisini, at ein meiriluti av japanska fólkinum ikki ynskir, at leikirnir skulu halda fram sum ætlað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald