Aftur í ár er unglingalandsliðið í badminton á veg til páskakapping í Berlin. Hetta er triðja árið at luttikið verður í kappingini Yonex Junior Cup.
Ferðalagið fór úr Føroyum seinnapartin mikudagin og fer víðari til Berlin hósmorgunin.
Sjálv kappingin í Berlin byrjar fríggjadagin og heldur fram til sunnudagin. Spælt verður einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.
Føroyar hava fyrr vunnið heiðursmerki í kappingini, so tað verður spennandi at vita, um vit aftur í ár hava heiðursmerki heim aftur við.
Vónirnar í hópinum eru góðar, og hava leikararnir fyrireikað seg væl til kappingina.
Leikararnir á unglingalandsliðnum eru:
Miriam í Grótinum
Hans Elttør
Tórur Paulason
Sissal Thomsen
Lena Maria Joensen
Rúni Øster
Ari Nandi
Ari Miné Jacobsen
Árant á Mýrini
Jónas Djurhuus
Jónas Vágsheyg
Hákun Thorkildshøj Sigvardsen
Gunnva Jacobsen
Jóhanna Osberg Højsted
Magnus Dal-Christiansen
Rani í Bø
Venjarar á túrinum:
Aritra Nandy
Erik Engelbrecht Thomsen
Ferðaleiðarar:
Poul Poulsen
Sigurð Jacobsen
- Badmintonsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald