Skjótt gongur í fótbólti, og nógv kann henda uppá til dømis tveir mánaðir. Eftir 1-0 ósigurin á heimavølli fyri Arsenal í 7. umfari 1. november lá Manchester United á 15. plássi við sjey stigum - ikki langt frá niðurflytingarskrikuna. Nú 1. januar júst er farin afturum, og níggju umfør afturat, er liðið hjá Ole Gunnar Solskjær á 2. plássi við 33 stigum fyri 16 dystir, og tað er bert málúrttøkan, ið skilir arvafíggindarnar í oddinum av Premier League.
Aston Villa varð sum væntað ein avbjóðing fyri Manchester United. Talan var um ein lívligan dyst, har bæði liðini høvdu sínar møguleikar. David De Gea varð noyddur at standa sína roynd í United-málinum, men tað var heimaliðið, ið kundi fara til hálvleiks við einari leiðslu, halda hana til nakað í 2. hálvleik, og síðani fáa hana skjótt aftur og halda hana til seinasta bríksl.
Anthony Martial legði teir í reyðum á odda fimm minuttir fyri steðgin. Eftir góða detalju frá Paul Pogba á miðjum vølli, snilda alvering frá Marcus Rashford og lágt innlegg frá Wan-Bissaka kastaði fraklendingurin seg ímóti bóltinum og stútaði hann í málið. Útjavnandi málið kom eftir gott forarbeiði frá lyklaleikaranum hjá Aston Villa, Jack Grealish. Hann bjóðaði av til vinstru í brotsteignum, fann Bernard Traore við aftaru stong og áleyparin heldur fram við sínari málskjóting.
Traore javnar fyri Villa (Mynd: EPA)
Manchester United fær ikki so sjálvdan brotsspørk, og næstan beint eftir málið fór Pogba umkoll í Villa-brotsteignum eftir nærdyst við Douglas Luiz. Ivasamt var, um frakleningurin var dottin um síni egnu bein, men eftir at hava veirð í gjøgnum VAR varð dómurin hjá Micheal Oliver staðfestur. Bruno Fernandes var sum so ofta fyrr ísakaldur við sínum eyðkenda stíli.
Men skjótt gekk til støðan var 2-1 (Myndir: EPA)
2-1 helt í hálva tíman umframt yvirtíðina. United hevði nakrar góðar støður til at økja - serliga var Rashford naskur - men spentar støður vóru eisini hinumegin. 17. januar spæla Liverpool og United. Tað er um 15 dagar og um tvey umfør. Talan kann gerast um ein reinan oddadyst millum arvafíggindarnar í útnyrðingspartinum av Onglandi.
Liðið hjá Solskjær hevur vunnið átta útav teimum seinastu tíggju dystunum í Premier League - hinir báðir eru endaðir við javnleiki (Mynd: EPA)
Í dag verða fýra dystir í 17. umfari leiktir. Tann mest áhugaverdi er tann fyrsti, sum verður á Tottenham Hotspur Stadium, har tað verður Mourinho móti Bielsa.
Premier League
17. umfar - 1. januar 2021
Everton - West Ham 1-0 (0-0)
86' Tomas Soucek
Manchester United - Aston Villa 2-1 (1-0)
40' Anthony Martial 1-0
58' Bertrand Traore 1-1
61' Bruno Fernandes 2-1 (br.)
Skráin í dag - 2. januar
12.30: Tottenham - Leeds
15.00: Crystal Palace - Sheffield United
17.30: Brighton - Wolves
20.00: West Bromwich - Arsenal
Støðan - flestu liðini hava nú spælt 16 dystir
1. Liverpool 33 stig
2. Manchester United 33 stig
3. Leicester 29 stig
4. Everton 29 stig
5. Chelsea 26 stig
6. Aston Villa 26 stig *
7. Tottenham 26 stig *
8. Manchester City 26 stig **
9. Southampton 26 stig
10. West Ham 26 stig **
11. Leeds 23 stig
12. Wolves 21 stig
13. Arsenal 20 stig
14. Newcastle 18 stig *
15. Crystal Palace 19 stig
16. Burnley 16 stig *
17. Brighton 13 stig
18. Fulham 11 stig *
19. West Bromwich 7 stig
20. Sheffield United 2 stig
*Ein dyst færri
** Tveir dyst færri
*** Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald