Á seinasta degi í februar í fjør varð Jesse Marsch settur sum høvuðsvenjari hjá Leeds. Amerikumaðurin hevði árini frammanundan staðið á odda fyri "Red Bull-liðum" New York, RB Salzburg og RB Leipzig" og megnaði at føra søguríka Yorkshire-felagið til tryggleika, eftir at hann avloysti Marcelo Bielsa.
Hann helt tó bert góðar ellivu mánaðir í sessinum. Mánadagin kunngjørdi Leeds, at March var sagdur úr starvi, og harvið gjørdist hann sætti Premier League-venjarin í hesum kappingarárinum, sum reyk.
Felagið boðaði frá, at tað longu var í gongd við at finna ein nýggjan høvuðsvenjara, og at fjepparar fóru at fáa nærri kunning í komandi døgunum.
Jesse Marsch hevur ikki longur eitt starv (Mynd: EPA)
Fyribils hava Michael Skubala, Paco Gallardo og Chris Armas, ið vóru verandi í venjaratoyminum, ábyrgdina. Leeds hevur seinastu dagarnar verið sett í samband við Andoni Iraola (Rayo Vallecano), Ange Postecoglou (Celtic) og Carlos Corberan. Síðstnevndi arbeiddi undir Marcelo Bielsa hjá júst Leeds, men skrivaði í gjár undir nýggjan sáttmála við West Bromwich.
Sambært SkySports. 40-ára gamli baskarin hevur eina rúgvu av royndum sum spælari við yvir 400 La Liga-dystum fyri Athletic Bilbao, og liggur hann óvæntað á 5. plássi í La Liga við Rayo Vallecano. Ein avgerð verður, sambært Twitter-virkseminum hjá formanninum í Leeds, Andrea Radrizzani helst tikin í dag, og verður nýggi venjarin harvið til staðar á Elland Road sunnudagin.
Leikararnir hjá Leeds skulu tó fyrst hugsavna seg um uppgávuna á Old Trafford í kvøld. Talan er um "rósustríðið", tað er Yorkshire móti Lancashire, og nógv er uppá spæl í klassiska stríðnum í útnyrðingspartinum av Onglandi. Síðani Leeds kom aftur í Premier League hevur Manchester United vunnið tríggjar av teimum fýra dystunum móti Leeds við samanlagda úrslitinum 15-5.
Hóast hetta, og hóast United er 15 pláss og 24 stig frammanfyri og á heimavølli, so eru eisini keðilig tekin hjá Erik ten Hag. Casemiro misti høvdið móti Crystal Palace og fekk reytt kort. Christian Eriksen er langtíðarskaddur, og ein møguligur avloysari hjá hesum, Scott McTominay, er eisini skaddur. Skaðatrupulleikarnir hjá Anthony Martial halda fram, og nú er Anthony eisini úti við skaða.
Harvið tynnist hópurin hjá liðnum, sum skal bjóða av í fýra kappingum, og nógv er uppá spæl í kvøld í báðum endum av stigatalvuni. Talan er um útsettan dyst frá tí, at Elizabeth drotning doyði í september í fjør.
Premier League
Mikudagin 8. februar
20.00: Manchester United - Leeds United (See/Viaplay)
Støðan í oddinum:
1. Arsenal 50 stig (20 dystir)
2. Manchester City 45 stig (21 dystir)
3. Manchester United 42 stig (21 dystir)
4. Newcastle United 40 stig (21 dystir)
------------------
5. Tottenham 39 stig (22 dystir)
Støðan í botninum:
14. Leicester 21 stig
15. Wolves 20 stig
16. West Ham 19 stig
17. Leeds 18 stig *
------------------
18. Everton 18 stig
19. Bournemouth 17 stig
20. Southampton 15 stig
Leeds hevur ein dyst færri enn hesi liðini, sum eru rundanum seg (20, í mun til 21 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald