Fótbóltur

Upptakt: Føroysk byrjan á Malta

Tað eru føroyingarn, ið vilja seta dagsskránna og taka trý stig, nú EM- undankapping fer í gongd fyri okkara viðkomandi.

Hallur Hansson og hinir føroyingarnir eru til reiðar til uppgerðina á Ta' Qali 
(Mynd: Sverri Egholm)

Hallur Hansson og hinir føroyingarnir eru til reiðar til uppgerðina á Ta' Qali (Mynd: Sverri Egholm)

2019-03-23 11:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sólin er komin fram á Malta, og oyggin í Miðjarahavinum, sum hevur eitt íbúgvaratal nakað undir 500,000, og sum er kend sum eitt feriustað, verður í kvøld karmur um eina nýggja byrjan. Seinastu dagarnir hevur ein gleði og optimisma verið at merkt í og kring føroyska hópin, ið nú fer í gongd við eina nýggja undankapping. Leikararnir síggja út til at vera væl fyri og vilja avrika betri í EM-undankappingini enn í Nations League.

Sí eisini: 
Brandur Hendriksson: Samanhaldið er nakað heilt serstakt
Hallur Hansson: - Vit eru til reiðar - eg er til reiðar

Vit byrja, har vit endaðu í heyst: Á Ta' Qali National Stadium á Malta. Tað er ímóti landinum, ið Føroyar hava vunnið fýra dystir útav seks møguligum á gjøgnum árini - liðið sum, fyriuttan ein leikara sum spælir í triðjbestu portugisiski deildini, bert hevur heimligar leikarar í hópinum. Malta er nummar 182 á nýggjasta FIFA- styrkislistanum - tað eru heili 85 pláss aftanfyri Føroyar. Hóast hetta verður Malta als ikki undirmett í føroysku leguni. Hetta hava leikararnir víst á, og Lars Olsen metti, at dystirnir í heyst vóru tættir

Sí eisini og les: 
Lars Olsen: - Nú kenna vit Malta 
Tíðindafundur og venjing á Ta Qali
Sjeyndu ferð móti Malta
Sigurin á Eysturrriki stendur einsamallur

Landsliðsvenjarin hevur staðfest, at talan verður um eina fýrabaksketu í dag. Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava valt leikararnir, ið teir eru tryggir við at byrja inni. Sonni Ragnar Nattestad er ikki við orsakað av skaða, og Odmar Færø avloysir hann í miðvejuni. Jóan Símun Edmundsson er við aftur. Toftamaðurin noyddist tó at gevast undir venjingini í dag, men hann er til reiðar til í kvøld

Sí eisini:
Váttað: Einki yvirraskilsi í føroysku byrjunaruppstillingini
 Toftamadurin í Bielefeld fegnast um at vera við aftur
              
Hjá Føroyum spæla elstu leikararnir dyst nummar 50. Málverjin Gunnar Nielsen og liðformaðurin og miðverjin Atli Gregersen koma uppá hálvthundrað landsdystir í kvøld. Á Malta er ikki so nógvur áhugi fyri jubileumsdystinum hjá Gunnari og Atla; tað hevur ikki verið nógv at merkt til landsliðshuglag her. Maltesiska fótbóltssambandi metir, at eini 6.000 áskoðarar verða til dystin; harav nakrir føroyingar ið vit koma at síggja meira til seinni. Pláss er fyri áleið 17.000 áskoðarum á Ta'Qali

Dysturin millum Føroyar og Malta verður bríkslaður í gongd klokkan 17.00 (18.00  lokala tíð) Føroyar eru lítlir favorittar til dystin sambært veddingarfyritøkunum. Vit dagføra støðuna á forsíðu okkara, hava myndir frá dystinum og taka samanum eftir seinasta bríksl, har vit eisini hava samrøður. Dysturin kann síggjast í Kringvarpinum, og FM 1 hevur beinleiðis frásøgn. 

Føroyska byrjunaruppstillingin: Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Atli Gregersen (L), Odmar Færø, Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Brandur Hendriksson Olsen, Rene Shaki Joensen - Hallur Hansson - Jóan Símun Edmundsson




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder