Fótbóltur

Upptakt: Svøríki skal syftast á Tórsvølli

Har merkist eitt bjartskygni, nógvur spenningur og stórur vilji til at skapa eitt stórt úrslit í og rundanum føroyska hópinum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2019-09-05 15:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

0 stig í fýra dystum. Hetta var ikki júst úrtøkan, ið føroyska liðið hevði væntað og íhvussu er vónað, frammanundan at farið verður undir teir seks dystirnar í heyst. Serliga ikki tá byrjað var á Malta, og tá Norra kom at vija í juni; ein dystur har føroyska liðið eisini vísti, at tað avgjørt var møguleiki fyri at fáa stig. Niðurstøðan gjørdist tó, sum hon so ofta er hjá landsliðnum: Ímillum brotsteigirnar eru vit ofta heilt væl við, men í teimum báðum 16-metrunum er mótstøðuliðið skarpari

Sí eisini: Jóannes Jakobsen: - Skulu vera skarpari í báðum endunum
[object Object]
(Nær við og næstan í 2-0 ósigrinum móti Norra á Tòrsvølli í juni)

Nú verður tó hugt frameftir, og tað hevur tykst sum, at leikararnir veruliga hava verið á til venjingarnar á Tòrsvølli. Inntensiteturin er har, og viljin til hesaferð at fáa eitt úrslit er stórur. Svøríki er eingin lættur biti at svølgja - liðið hjá Janne Andersson kom í fjórðingsfinaluna til HM-endaspælið í Russlandi seinasta summar, men føroyingarnir meta, at Svøríki liggur væl til okkara lið; hetta meta nøkur av  mongu svensku tíðindafólkunum, ið eru í Føroyum í samband við dystin, eisini.

Sí eisini: - Seinasta venjing undan Svøríki

[object Object]Lagið í føroysku leguni er sera gott, og bjartskygni valdar (Mynd: Sverri Egholm)

Seinast var Zlatan við og avgjørdi dystirnar tøttu dystirnar móti Føroyum. Svenska liðið spælir heldur ørvísi nú; størsta stjørnan/navnið er Victor Lindelöf, miðverjin úr Manchester United, og skapandi leikarin frameftir er Emil Forsberg úr RB Leipzig. Svensku miðlarnir hugsavnaðu seg um graslíki, um vøllurin verður vátur, um tað verður vindur, og um Janne Anderson fer at spara til týdningarmikla dystin móti Svøríki. Hetta seinasta avsannaði landsliðsvenjarin tó, og liðformaðurin Andreas Granqvist og miðvallarin Sebastian Larsson, báðir sera royndir leikarar ið vóru við móti Føroyum seinast, slóu fast, at talan fór um at vera ein torføran dyst. 

Sí eisini: Sviar ynskja regn og trý stig
               Sebastian Larsson: - Vindin klára vit - men graslíki er ikki mín favorittur 
- Sviar vandu í sólini á Tórsvølli

[object Object]
Victor Lindelöf til venjing á Tórsvølli í gjár (Mynd: Sverri Egholm) 

Á føroyska liðnum eru Gunnar Nielsen og Jóan Símun Edmundsson aftur. Gunnar hevur ikki spælt í áleið fýra mánaðir men er nú tøkur aftur, og 32-ára gamli málverjin hevur fingið plássið aftur. Jóan Símun er í sera góðum formi fyri Bielefeld, og hann byrjar í dag sum fremsti maður; hetta er hansara fyrsti landsdystur í næstan 11 mánaðir.

Sí eisini: Jóan Símun: - Gleði meg at spæla fyri Føroyar aftur
               Atli: - Skulu royna at halda málið reint
              

[object Object]Gunnar skal í eldin aftur á Tórsvølli í kvøld  (Mynd: Sverri Egholm)

Hørður Askham avloysir Gilla Rólantsson Sørensen á høgra bakki. Tvøramaðurin, ið hevur verið so støðugur seinastu dystirnar, hevur trupulleikarnar í økinum kring eygað, orsakað av einum sparki hann fekk í dystir fyri Brann í vikuskifitnum. Hann fer nú aftur til Norra, og 25-ára gamli Hørður skal spæla sín fyrsta landsdyst. 

Les eisini: Váttað: Hørður byrjar á høgra bakki - Gunnar í málinum

[object Object]
(Gilli verður ikki á bonkinum í kvøld og heldur ikki við í Spania)

Føroyska liðið móti Svøríki (4-4-1-1)

Gunnar Nielsen – Hørður Askham, Alti Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, René Shaki Joensen, Brandur Hendriksson Olsen, Árni Frederiksberg – Hallur Hansson – Jóan Símun Edmundsson

Fyrsta bríksl á Tórsvølli er klokkan 19.45. Kringvarpið vísir dystin beinleiðis. Vit dagføra støðuna á forsíðu okkara. Eisini hava vit myndir og dystarfrásøgn og viðmerkingar eftir dystin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder