Fótbóltur

Upptakt: Týðandi dystur her í Aserbadjan í kvøld

Føroyska liðið er væl fyrireika og sær út til at vera til reiðar at prógva nakað í Baku í kvøld.

Føroyar og Aserbaidjan bresta saman á olympiska leikvøllinum í Baku í kvøld
(Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar og Aserbaidjan bresta saman á olympiska leikvøllinum í Baku í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-17 08:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið hjá monnum skal í kvøld spæla sín fimta dyst í UEFA Nations League. Eftir fýra umfør er úrtøkan fýra stig, har øll eru komin á heimavølli; ein sigur móti Malta og ein javnleikur móti Kosovo.

Hesar seinastu uppgávurnar eru langt heimanfrá. Tann fyrra er á risastóra Baku Olympic leikvøllinum, har føroyska liðið vandi í gjár. Á tíðindafundinum í gjár søgdu báðir venjararnir seg hava fult á álit á sínum leikarum, og at teir fóru 100 % eftir at vinna.

Sí eisini: 
- Má vera størsti leikvollur vit hava leikt á 
 
- Eri tann mest sjeikaligi í heiminum
Aserbadjanar høvdu ikki nógv at siga 

Fokus var á nógv annað enn tað fótbóltsliga í samband við Atla Gregersen í gjár. 36-ára gamli liðformaðurin varð spurdur, um hann var sjúkur, nervøsur og annað, men hann vísti skemtiliga á at hann helt seg vera "ein flottan fýr" Men okkara liðformaður vísti eisini á, at føroyska liðið er til reiðar at levera ein risa innsats í umráðandi dystinum. 

Sí eisini

- Mamma heldur eisini at eri flottasti fýrur í heiminum
Myndir: Síðstu sparkini ádrenn stóru uppgávuna

Føroyingar vórðu revsaðir hart av Aserbadjan á Tórsvølli fyri stórum mánaði síðani. og vilja hesaferð venda støðuni. Teir fara avgjørt eftir møguleikanum; um Føroyar vinna koma teir frammum Aserbadjan. Um Kosovo vinnur á Malta á heimavølli, ið sannlíkt er, so rýkur møguleikin hjá Føroyum at koma víðari, men tað er eingin ivi um, at føroyingar vilja vísa nakað og ikki koma í vanda fyri at enda niðast í bólkinum og enda í niðasta seedingslagið til EM-undakappingina. Aserbadjan er tvey stig aftanfyri Kosovo, og skal bruka trý stig í kvøld.

Liðið verður endaliga kunngjørt seinni í dag. René Shaki Joensen hevur leikbann, men annars eru allir 23 mennirnir tøkir. Lagt er upp ein spennandi dyst, har Aserbadjan tó er favorittur á pappírinum og hjá veddingarfyritøkunum.   

UEFA Nations League - Deild D, bólkur C

Kl.17.00 (21.00 lokala tíð): Aserbaidjan - Føroyar

Støðan í bólkinum eftir fýra umfør: 
Kosovo 8 (+4)
Aserbadjan 6 (+3)
Føroyar 4 (-3)
Malta 2 (-4)
            

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder