2. umfar í kappingini í tvímansleiki varð spælt á Argjum leygardagin. 16 pør høvdu meldað til kappingina. Serliga trý pør vóru mett at hava góðar møguleikar at vinna kappingina, Remy Gaardlykke & Petur Thomsen úr D16, Jan McIntosh & Uni Árting úr HDF og Jan Erik Fjallstein & Bergur Kluftá úr Vága Dartfelag.
Skjótt sást, at hesi pørini spældu væl, og tey spældu seg eisini fram til hálvfinalurnar við tryggum sigrum. Fjórða parið í hálvfinalunum var Heri Kallsoy & Frank Skorastein úr D9, sum er nýggja dartfelagið á Skála.
Í hálvfinaluni vunnu Jan & Uni ein tryggan 5-0 sigur á Hera & Frank. Í hinari hálvfinauni var heldur tættari. Remy & Petur løgdu seg á odda 3-0, men Jan Erik & Bergur javnaðu til 3-3. Teir høvdu eisini møguleikan at javna til 4-4, men tóku ikki av, og so vunnu Petur & Remy 5-3.
Finalan var sostatt millum tvey pør, ið fleiri ferðir áður hava hitst í finalum. Pørini fylgdust allan vegin til 4-4, men so vunnu Jan & Uni tvey sett á rað og vunnu harvið finaluna 6-4.
Esmar Mikkelsen & Annfinn Hjaltalin høvdu hægsta útgang (124), meðan Jan McIntosh & Uni Árting høvdu fægst pílar (13).
Liðkappingin
2. umfarð í liðkappingini varð eisini spælt á Argjum leygardagin. Úrslitini vóru hesi:
Klaksvíkar Dartfelag - D9 5-9
Vága Dartfelag - Havnar Dartfelag 2 9-0
Pílar & Skot - D16 9-0
Havnar Dartfelag 1 - Pílar & Skot 8-8
Argja Dartfelag - D9 9-4
Vága Dartfelag - Klaksvíkar Dartfelag 9-7
Havnar Dartfelag 2 - D16 9-0
Støðan í liðkappingini eftir 2. umfar er tann, at Vága Dartfelag hevur lagt seg á odda við 7 stigum, Havnar Dartfelag 1 og D9 hava 5 stig, Argja Dartfelag 4, Pílar & Skot 3, Klaksvíkar Dartfelag og Havnar Dartfelag 2 hava 2 stig og D16 hevur onki stig fingið enn.
Havnar Dartfelag 1, Argja Dartfelag, Pílar & Skot og D16 hava spælt tríggjar dystir, meðan hini hava spælt fýra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald