Annað

Úrvalsítrótturin fær slakar 2 milliónir krónur í 2021

Nevndin í Úrvali hevur játtað 18 umsóknum tilsamans 1,87 milliónir krónur í stuðli til úrvalsítróttin í 2021. Korona hevur við sær, at eingin almenn handan verður í ár.

2021-01-08 14:02 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á hvørjum ári metir nevndin í Úrvali um, hvussu úrvalsítrótturin skal stuðlast. Í ár fáa 18 umsóknir játtandi svar, og tað eru umsóknir bæði til einstaklingar og bólkar. Hægsta einstaka upphæddin er 400.000 krónur, og lægstu upphæddirnar eru 30.000 krónur.

Svimjingin fær tilsamans 450.000 krónur. 400.000 krónur eru játtaðar Hondbóltssambandinum til U19-landsliðið hjá monnum. Fimleikurin fær íalt 360.000 krónur, taekwondo fær tilsamans 350.000 krónur, Flogbóltssambandið fær samanlagt 200.000 krónur til U17/19 landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum – 100.000 krónur til hvørt liðið – og frælsi ítrótturin fær tilsamans 110.000 krónur. Samanlagt er talan um beinleiðis stuðul til 14 úrvalsíðkarar og 4 lið/bólkar.

Orsakað av korona verður eingin almenn handan í ár við Jenisi av Rana, landsstýrismanni í ítróttamálum, men landsstýrismaðurin veitir kortini ítróttinum eina stutta heilsan.

– Lívið í frástøðu hevur í stóran mun stolið frælsið frá okkum øllum í næstan eitt ár, og hetta hevur eisini rakt ítróttin hart. Men tað er íbygt í okkum menniskju, at vit altíð leita eftir vónini.

Tað ber boð um eina sterka vón, at vit við úrvalsstuðlinum kunnu staðfesta, at úrvalsítrótturin í Føroyum ikki er viknaður farna árið. Støðið er tvørturímóti hækkandi.

Mín vón er, at vit næstu ferð, úrvalsstuðulin skal handast, kunnu hava eina almenna handan, og at vit tá aftur uttan avmarkingar kunnu fylkjast um virðismikla ítróttin, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í ítróttamálum.

Nevndin í Úrvali staðfestir eina góða gongd innan úrvalsítróttin, sum ber boð um, at føroyskur ítróttur sum heild er í stórari menning.

– Vit kunnu staðfesta, at støðið hjá okkara íðkarum er hækkandi. Vit síggja væl skikkaðar umsøkjarar, hóast farna árið hevur verið trupult, og tað tykist sum, at hópurin av skikkaðum umsøkjarum økist alsamt. Tað er gleðiligt, sigur Ragnar Joensen, nevndarformaður í Úrvali.

24 umsóknir komu inn um úrvalsstuðul í 2021, og søkt var um tilsamans fimm milliónir krónur.

Her sæst yvirlit yvir tey, sum hava fingið stuðul.

– Ítróttasamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder