2020-01-02 14:18
Úrvalsstuðul verður aftur í ár latin sersambondum og íðkarum við tí fyri eyga at hækka støðið á føroyskari úrvalsítrótt, soleiðis at flest møguligt náa altjóða støði.
Í morgin verður stuðulin latin á sjeynda sinni, og verður upphæddin, sum verður latin í úrvalsstuðli í ár, hin hægsta nakrantíð, boðar ÍSF frá í tíðindaskrivi.
Stuðulin fyri 2020 verður handaður í ÍSF húsinum fríggjadagin 3. januar 2020 klokkan 15. Jenis av Rana, landsstýrismaður við ítróttarmálum tekur lut í handanini.
Tiltakið er alment.
Í fjør vórðu tilsamans 1.284.753 milliónir krónur lætnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald