Nú er greitt hvørjir teir tríggir gestatelvararnir í Landsliðsbólkinum í árligu FM-einstaklingakappingini á páskum vera.
Útlendsku telvararnir eru bodnir við so at kappingin fær gildi sum altjóða kapping, og sostatt gott høvi hjá okkara fremstu telvarum at royna eftir normum til altjóða IM-heitið.
Útlendsku gestatelvararnir í FM-kappingini vera hesir:
GM Normunds Miezis (Lettland) 2464
GM Carsten Høi (Danmark) 2359
FM Drazen Dragicevic (Svøríki) 2334
Hesir kunnu kortini ikki tryggja sær heitið sum føroyameistari, sama hvussu úrslitið verður. Besti føroyski telvarin í bólkinum verður FM-vinnari. Hvørjir teir sjey føroysku telvararnir í meistarabólkinum vera er ikki greitt enn. FM-kappingin í fýra bólkum verður á Finsen í Havn í døgunum 13. apríl til 20. apríl.
Skrivað hevur: Súni Merkistein
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald