Týsdagin 23. august hevði ÍSF eykaaðalfund, og trý nýggj fólk eru nú vald í starvsnevndina.
Teir tríggir Jon Hestoy, Schandorff Vang og Sigurd Rasmussen, sum allir hava sitið í nevndini seinastu seks árini, tóku ikki við afturvali. Tí var greitt, at nýggj fólk skuldu finnast. Eisini er greitt, at ÍSF fær nýggjan varaforseta, tí seinastu seks árini hevur Jon Hestoy sitið í tí sessinum.
Nývald í starvsnevndina hjá ÍSF eru Anna Maria Toftegaard, Kerstin Laksáfoss og Magnus Tausen, og tey koma afturat John Kjær og Elin Heðinsdóttir Joensen, sum er forseti.
Fyrsti fundurin hjá nýggju starvsnevndini verður 2. september, tá nýggja nevndin skal skipa seg og nýggjur varaforseti skal veljast.
– ÍSF takkar hjartaliga Jon, Schandorff og Sigurdi, sum hava tikið eitt megnartak seinastu seks árini. Menningin innan føroyskan ítrótt hevur verið sera stór seinnu árini, og teirra partur liggur ikki eftir, sigur ÍSF-forsetin, Elin H. Joensen.
Samstundis bjóðar hon nýggju starvsnevndarlimunum hjartaliga vælkomnum.
– Vit gleða okkum at loysa spennandi uppgávurnar, sum liggja fyri framman, saman við nýggju limunum, og at njóta gott av teirra drúgvu og fjølbroyttu royndum, staðfestir Elin H. Joensen.
Ítróttasamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald