Annað

Útvið 50 møttu til kirkjurenning hjá Hvistuni

Í ár var 9. ferð, at skipað varð fyri kirkjurenning í Vági.

Mynd: Hvistan

Mynd: Hvistan

2019-12-31 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Gamlaársmorgun varð skipað fyri kirkjurenning í Vági á 9. sinni, og sambært heimasíðuni hjá Hvistuni, møttu útvið 50 fólk upp hesuferð, hóast veðrið ikki var av tí allarbesta.

Sambært Hvistuni, hevur uppmøtingin verið sera góð seinastu árini, eitt nú vóru út móti 70 eina árið. Men eisini hava verið ár, har heilt fáir luttakarar hava verið orsakað av ringum veðri og hálku.

Tiltakið byrjaði við Vágs kirkju klokkan 10, og síðani varð farið til Porkeris.

Teinurin er 4 km frá kirkjuni í Vági til kirkjuna í Porkeri, og er teinurin tískil 8 km tilsamans. Luttakarar avgera sjálvir, um teir renna, ganga, trilla ella súkkla túrin, og ofta eru luttakarar í øllum hesum bólkum.

Tá ið komið er til Porkeris, verður farið inn til Porkeris Kirkju, har vent verður við kirkjudyrnar, áðrenn leiðin gongur inn aftur til Vágs.

Tá ið øll eru komin á mál um klokkan 11, bjóðar nýggjársnevndin í Vági til stórt morgumatar- og kaffiborð.

Myndir eru at síggja her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder