FSF: Síðan mikudagin hevur A-landsliðið við kvinnum verið á venjingarlegu í høvuðsstaðnum. Umframt venjingar á Tórsvølli, hevur landsliðið eisini spælt tveir venjingardystir móti U15 dreingjum hjá Víkingi og 07 Vestur.
Hóast nógvi kavin hevur ávirkað virksemið á venjingarleguni nakað, so er Lene Terp, landsliðsvenjari væl nøgd við úrtøkuna.
– Tað hevur verið gevandi fyri okkum øll í hópinum at vera saman hesar dagarnar. Vit í venjaratoyminum eru enn við at læra spælararnar at kenna og øvugt, og tí hevur tað nógv at siga fyri okkum at brúka so nógva tíð saman sum gjørligt. Vit hava arbeitt nógv við tí leikliga konseptinum, vit vilja byggja upp, og harumframt hava vit eisini brúkt nakað av tíð upp á at samansjóða hópin, sum er fjølbroyttur og hevur ungan miðalaldur, greiðir Lene Terp frá.
Umframt A-landsliðið hevur U19 landsliðið við gentum eisini verið savnað til venjing í dag.
A-landsliðið hevur venjingar og venjingardystir á skránni í vár og summar, áðrenn farið verður undir HM undankapping í heyst. Lutakastið til ta undankappingina verður 30. apríl.
Myndirnar eru frá venjingardystinum móti U15 dreingjum hjá 07 Vestur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald