Annað

Vágamenn á FM kós

Sandavágur hevur hálvtannað stig fleiri enn Havnin undan seinasta umfari. FM-finalan verður 21. mars.

Brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft Nielsen manna ovastu borðini hjá Sandavágs Talvfelag (Savnsmynd)

Brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft Nielsen manna ovastu borðini hjá Sandavágs Talvfelag (Savnsmynd)

2020-03-03 09:19 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyameistararnir úr Sandavágs Talvfelag vóru eirindaleysir í dystinum móti Vestmanna Talvfelag í níggjunda og næstsíðsta umfari í landskappingini fyri feløg um vikuskiftið. Vágamenn vunnu við fullum stigatali – 4-0. 

Havnarmenn fingu, sum væntandi var, munandi harðari mótstøðu móti klaksvíkingum. Havnarmenn vunnu tepran sigur, 2½-1½. 

Sandavágsmenn hava tí endurvunnið leiðsluna í 1. deild undan seinasta umfari.

Lagt er kortini upp til FM-finalu í síðsta umfari 21. mars. Tá møtast oddaliðini í avgerandi innanhýsis dysti. Sandvágsmenn standa seg tá við javnleiki ella teprum ósigri, men vinna havnarmenn 3-1, eru teir føroyameistarar. Í fyrra sínamillum dystinum vunnu havnarmenn stórsigur 3½-½ á vágamonnum, so einki er avgjørt enn.

Føroyameistarnir gjørdu sum sagt bart sunnudagin. Allir vunnu. Høgni Egilstoft Nielsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Torkil Nielsen og Ingi Wiberg. Á vestmannaliðnum telvaðu Jákup á Rógvi Andreasen, Samson Højgaard, Martin Brekká og Alfred Olsen.

Kjaftfiskurin hjá vestmenningum ber samstundis í sær, at teir liggja niðast nú fyri seinasta umfar.

Stórmeistarin sigursharri
Í dystinum millum havnarmenn og klaksvíkingar fell avgerðin á 1. borði. Har vann Helgi Dam Ziska við svarta fólkinum á Ólavi Simonsen. Helgi hevur verið ógvuliga sannførandi í vetur, og hevur fingið 6½ stig í sjey dystum. 

Á hinum borðunum endaði javnt. Martin Poulsen, Olaf Berg og Sjúrður Thorsteinsson stríddust til fánýtis móti Rana Nolsøe, Willa Olsen og Terja Petersen.  Hóast togast var dúgliga á øllum borðum, var eingin mentur at koppa mótstøðumanninum. Klaksvíkingar telvaðu javnt móti sandavágsmonnum fyri viku síðani, og vóru aftur drúgvir í dag. Serliga hevur Rani Nolsøe staðið seg væl í vetur, og hevur nú 4½ stig fyri sínar seks dystir.

Í triðja dystinum í 1. deild vann B-liðið hjá Havnar Telvingarfelag 3-1 á kollfirðingum. 14 ára gamla stórtalentið Luitjen Akselson Apol vann á 1. borði í sonnum roktalvi móti Hans Kristiani Simonsen. Rógvi Mortensen og Margar Berg vunnu á ávikavist Kára Petersen og Hanus Joensen, men á øðrum borði vann Heiðrikur Jacobsen – sum í ár flutti úr Havnar Telvingarfelag í Kollafjarðar Talvfelag – á Leif Reinert Fjallheim.

Úrslit og støðan í 1. deild:
Vestmanna-Sandavágur 0-4
Havnin-Klaksvík 2½-1½
Havnin B.-Kollafjørður 3-1 

Sandavágur 28 stig
Havnin 26½
Klaksvík 20
Havnin B 15
Kollafjørður 9½
Vestmanna 9

Í seinasta umfari 21. mars telvarr Sandavágur móti Havnini, Klaksvík móti Havnini B og Kollafjørður móti Vestmanna.  

Klaksvík vunnið 2. deild
Eftir dystirnar í 2. deild um vikuskiftið er longu greitt, at Klaksvíkar Talvfelag hevur vunnið og flytur upp í 1. deild. Klaksvíkingar vunnu stórsigur 3½-½ á kollfirðingum, sum eru á triðja plássi. Steintór Rasmussen, Rani Baldursson, Ingolf Gaard og Tummas Martin Sólsker syrgdu fyri uppflytingini í 1. deild. 

Tvey feløg fara tí at hava tvey lið hvørt í fremstu deildini komandi kappingarár. Havnar Telvingarfelag er eisini umboðað í fremstu deildini við tveimum liðum, og longu nú er greitt, at B-liðið hjá aldursforsetanum flytur ikki niður. 

Hvussu heppið tað er, at felag hevur meira enn eitt lið í fremstu deildini er viðkomandi spurningur, men til stuttleikar kann nevnast, at er nakar, sum hevur lagt fót fyri A-liðnum hjá Havnini í vetur, eru tað júst felagsmenninir á B-liðnum. Báðir innanhýsis dystirnir eru óvæntað endaðir javnir.

Annar týðandi dystur í 2. deild í dag stóð millum grannarnar Runavík og Gøtu. Her vunnu runavíkingar tepran sigur. Ósigurin ber í sær, at gøtumenn liggja nú í tungum sjógvi í deildini.

Úrslit og støðan
Klaksvík-Kollafjørður 3½-½
Havnin-Sandavágur 2½-1½
Runavík-Gøta 2½-1½

Klaksvík 26½ stig
Havnin 21½
Kollafjørður 18
Runavík 15½
Sandavágur 15½
Gøta 11½

Toftamenn fremstir
Í 3. deild gongur ógvuliga javnt á í toppstríðnum. Bara eitt hálvt stig er á muni millum oddaliðini bæði. Toftamenn vunnu sunnudagin 4-0 á B-liðnum hjá Havnini, sum blaðungir telvarar manna, og klaksvíkingar vunnu 3-1 á kollfirðingum. Aðrir dystir í 3. deild vórðu útsettir fyri veður.

Í oddinum hava Toftir nú 28 stig, Klaksvík 27½ og Havnin 21 stig. Í alt eru 11 lið í deildini.

Kelda: farochess.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder