Annað

Vakna nú, Harra Messi

Liverpool viðhaldsfólk gera sítt fyri at órógva fyrireikingarnar hjá Barcelona til dystin í kvøld.

Skíggjamynd av Liverpool Echo

Skíggjamynd av Liverpool Echo

2019-05-07 17:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Liverpool tekur í kvøld ímóti Barcelona á Anfield í seinnu hálvfinaluni í Champions League. Liverpool hevur eina risa uppgávu fyri framman eftir at hava tapt 3-0 í fyrru hálvfinaluni.

Fyrireikingarnar hjá Liverpool hava heldur ikki gingið eftir ætlan, nú hvørki Mohamed Salah ella Roberto Firmino verða tøkir. Eisini hevur ljóðað, at ársins leikari í Premier League, Virgil Van Dijk, møguliga heldur ikki er tøkur.

Nú fyrireikingarnar hjá Liverpool ikki ganga eftir vild, hava summi viðhaldsfólk valt at taka sakina í egnar hendur. Millum klokkan 2:00 og 4:30 í nátt skutu fólk við fýrverki uttanfyri hotellið, har Barcelona leikararnir búgva. Løgreglan í Liverpool fekk fleiri fráboðanir um fýrverkið.

Leysasøgur vildu eisini verða við at leikarabussurin hjá Barcelona var stolin og koyrdur í eina á, men hesum hevur løgreglan avsannað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder