Hondbóltur

Vaksnamannafinalurnar eru síðst á skránni í dag

Fleiri finalur verða spældar nú fyrrapartin. Klokkan 16.30 er grannabrak í kvinnufinaluni, og tá klokkan nærkast 19 fara menninir hjá Neistanum og VÍF á bláa gólvið á Hálsi.

Kyndlakvinnur vunnu steypið eftir longda leiktíð í 2022. Í dag hava tær møguleikan aftur í Høllini á Hálsi (Mynd: Jens Kr. Vang)

Kyndlakvinnur vunnu steypið eftir longda leiktíð í 2022. Í dag hava tær møguleikan aftur í Høllini á Hálsi (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-17 08:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stóra steypafinaluvikuskifti hjá hondbóltinum byrjaði í gjárkvøldið við, at Neistin og H71 vunnu finalurnar hjá ávíkavist gentum og dreingjum 16. Í frálíku dreingjafinaluni varð neyðugt við 4x5 minuttum av longdari leiktíð og síðani brotskastskapping. Hon endaði við, at hoyvíkingar koppaðu Kyndli.

Les eisini: Neistin og H71 vunnu U-16 finalurnar
Allar ungdómsfinalurnar kunnu stroymast her

Bæði Neistin og H71 verða heilt væl umboðaði í Høllini á Hálsi hetta vikuskifti, og í dag er størsti dagurin, har heili tíggju Faxe Kondi finalur verða spældar. Tann fyrsta byrjar longu klokkan níggju, har júst Neistin og H71 spæla, men nógv onnur feløg og lið vera eisini at síggja á bláa gólvinum, áðrenn dagsins seinasta steypafinala - mansfinalan - er av. Tá er klokkan farin nakað av 20.

Vaksnamannafinalurnar eru á skránni seinast, í mun til fyrr tá finalan hjá kvinnum byrjaði 13.30 og tann hjá monnum klokkan 16. Leygardagurin endar ikki longur við ungdómsfinalum. Í mun til umboðan, er tað fyrstu ferð síðani 2019, at H71 hvørtki er við hjá monnum ella kvinnum hjá teimum vaksnu.

[object Object]
Menninir hjá Neistanum bastu KÍF í hálvfinalunum, meðan kvinnurnar hølvaðu steypavinnararnar úr Hoyvík av. Harvið verður talan um spennandi kvøld hjá Neistafólkum (Mynd: Sverri Egholm)

Neistin er við í báðum finalunum. Í mun til favorittleiklut, so liggur hann helst hjá mótsstøðuliðunum hjá Neistanum - Kyndli hjá kvinnum og VÍF hjá monnum. Hesi eru oddalið í hvør sínari landskapping. Lagt er tó upp til tvær finalur, ið kunnu gerast heilt spennandi. Báðar kunnu síggjast í Kringvarpinum, og vit hava ymiskt tilfar seinni í dag.

Les eisini: 
Nýggjur steypavinnari skal finnast hjá kvinnunum
Bæði VÍF og Neistin fara eftir áttanda steypagullinum

Leiksskráin fyri Faxe Kondi finalurnar 

Í dag, leygardagin 17. februar:
kl. 09.00 G10B: Neistin a – H71 b
kl. 09.40 D10B: ÍA – H71 d
kl. 10.20 G12B: Neistin c – VÍF b
kl. 11.10 D12B: VÍF – ÍA
kl. 12.00 G10A: StÍF a – VÍF a
kl. 12.40 D10A: SÍF – VÍF a
kl. 13.20 G12A: H71 a – Søljan
kl. 14.20 D12A: H71 a – Neistin a

kl. 16.30 Kvinnur: Kyndil – Neistin
kl. 19.00 Menn: VÍF – Neistin

Í morgin, sunnudagin 18. februar:
kl. 12.50 Eydnudeildin
kl. 13.30 G14B: Stjørnan – VB
kl. 14.30 D14B: Team Klaksvík – KÍF
kl. 15.30 G14A: Kyndil a – Neistin/ÍA
kl. 16.30 D14A: H71 a – Tjaldur a
kl. 17.30 G18: VÍF – H71
kl. 19.00 D18: H71 – Neistin'

Allar ungdómsfinalurnar kunnu stroymast á Youtube-síðuni hjá Hondbóltssambandi Føroya

Stóra Steypafinalublaðið hjá HSF kann lesast HER

Í gjár, fríggjadagin 16. februar:
G16: Neistin - VÍF 31-19 (18-9)
D16: H71 - Kyndil 44-42 eftir brotskøst - 27-27 eftir vanliga leiktíð

Les eisini: Neistin og H71 vunnu U-16 finalurnar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder