Fótbóltur

Valencia leikarar rýmdu av vøllinum eftir rasistiska viðmerking

Leikarin sum varð útsettur fyri rasistisku viðmerkingunum bað um útskifting og bað samstundis liðfelagarnar leika dystin lidnan.

Mouctar Diakhaby á veg av vøllinum saman við liðfeløgunum.(Mynd: EPA)

Mouctar Diakhaby á veg av vøllinum saman við liðfeløgunum.(Mynd: EPA)

2021-04-04 20:38 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Ein rasistisk viðmerking fekk Valencia leikararnar at rýma av vøllinum, tá teir vóru á vitjan hjá Cadiz í einum La Liga dysti í dag.

Valencia leikarin Mouctar Diakhaby og Juan Cala úr Cadiz brustu saman eftir ein nærdyst. Tað endaði við at Diakhaby rýmdi av vøllinum, og restin av liðfeløgunum fylgdu við honum í skiftingarrúmið. Sambært twitter síðuni hjá Valencia, var ein rasistisk viðmerking orsøkin til at Diakhaby rýmdi av vøllinum.

Tíggju minuttir seinni komu leikararnir inn á vøllin aftur, og dysturin varð tikin upp aftur. Sambært Twitter síðuni hjá Valencia bað Diakhaby um útskifting, samstundis sum hann bað liðfelagarnar fara inn á vøllin og leika dystin lidnan.

Dysturin endaði 2-1 til Cadiz

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder