Nú eru tvey av teimum trimum føroyingafeløgunum í fremstu íslendsku deildini í topp-trý.
Hallur Arason, Sveinur Olafsson og Afturelding vunnu greitt í hóskvøldið og eru á odda í deildini. Í gjárkvøldið vann Valur grannauppgerð.
Sí eisini: Hallur skoraði fimm mál í stórsigri
Uppflytararnir Fjölnir vóru tó ikki mjúkir at strúka. Valur var á odda við trimum málum í steðginum, men brádliga var vent í holuni, og um miðjan 2. hálvleik var tað Fjölnir, sum var á odda við trimum.
Valur fekk tó, eins og í European Cup móti Porto týskvøldið, vent tí. Valur javnaði, tá tríggir minuttir vóru eftir, og skoraði síðani tvey afturat.
Bjarni í Selvindi gjørdist umráðandi. 22-gamli bakkurin av Skála skeyt fýra mál fyri European Cup- og steypavinnararnar. Allan Norðberg var við at tryggja hesi steypini síðsta kappingarár. Í gjárkvøldið skoraði strandingurin eitt mál.
Valur vann bert við einum máli: 35-34. Eftir sjey umfør hevur liðið níggju stig, er eitt stig aftanfyri FH (nummar 2) og tvey aftanfyri oddaliðið Afturelding.
Jóhannes Bjørgvin og Stjarnan hava 7 stig á 7. plássi - fyri sjey umfør. Stjarnan og Afturelding bresta saman hóskvøldið. Um eina viku spælir Valur móti Fram.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald