Annað

Van Gerwin varpaður út úr HM

Dave Chisnall setti favorittin úr Niðurlondum so dyggiliga uppá pláss í seinastu fjórðingsfinaluni í gjárkvøldið, og teir flestu av stóru favorittunum eru nú úti. Hálvfinalurnar verða í Alexandra Palace í London í kvøld.

Micheal van Gerwen var styrkismettur sum nummar eitt í kappingini (Mynd: EPA)

Micheal van Gerwen var styrkismettur sum nummar eitt í kappingini (Mynd: EPA)

2021-01-02 15:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir avgerandi dystirnir í PDC World Darts Championship verða leiktir í hesum døgum í Alexandra Palace í London. Byrjað varð miðskeðis í desember, og spælt varð hvønn dag fram til og við 23. desember, áðrenn støðgur var í jóladøgunum. Herjað varð á aftur 27. desember, og í gjár vórðu fjórðingsfinalurnar, har spælt verður best av níggju settum:

Krzystof Ratajski (Pólland) - Stephen Bunting (Ongland) 3-5
Gary Anderson (Skotland) - Dirk van Duijvenbode (Niðurlond) 5-1
Gerwyn Price (Wales) - Daryl Gurney (Norðurírland) 5-4
Micheal van Gerwen (Niðurlond) - Dave Chisnall (Ongland) 0-5

Sum sæst var mest spenningur millum walisan og norðuríran. Gurney fekk 15 ferðir 180, og seinasta settið hevði fimm sokallaða "legs", ið er tað hægst gjørliga. Gerwyn Price var tó at enda meira kaldur, og av teimum fýra ið eru eftir í HM, er walisin tann sum er hægst styrkismettu, og hann er stórfavorittur í hálvfinaluni móti Bunting í kvøld.

Tann sum var styrkismettur nummar eitt er nú úti. Micheal van Gerwen hevur verið í fimm finalum - bert legendan Phil Taylor hevur verið í fleiri (19) - og niðurlendingurin vann í 2014, 2017 og 2019.  Í gjárkvøldið varð hann tó snøgt sagt hølvaður av ímóti Dave Chisnall. Ongleningurin, ið er styrkismettur sum nummar átta í kappingini, vann 3-1 í trimum av settunum og 3-2 í tveimum. Van Gerwin fekk harvið einki sett og bara fýra 180' arar mótvegis 14 hjá "Chizzy".

[object Object]
Gerwyn Price er fyrrverandi yrkis rugbyleikari og er harvið betri fyri kropsliga enn teir allarflestu dart-leikararnir (Mynd: EPA)

Favoritturin við tí eyðkenda skallanum og teimum eyðkendu eygunum viðgekk í viðtalu eftir dystin, at hann hevði spælt ógvuliga illa. Fýra av teimum ið vóru styrkismettur í topp-fimm eru úti: Vinnarin í fjør. Peter Wright, fór út longu í triðja umfari, og vinnarin í 2018, Rob Cross, og finaluluttakari í 2019, Micheal Smith, fóru út í 2. umfari.

Chisnall skal nú royna at koppa Gary Anderson, ið vann trygt í gjár. Skotin er tann einasti av leikarunum, ið eru eftir, ið hevur verið í finalu PDC World Darts Championship-finalu. Anderson hevur verið í fýra. Hann hevur vunnið tvær (2015 og 2016) og tapt tvær (2011 og 2017). 

Hálvfinalurnar: 
18.15: Stephen Bunting - Gerwyn Price
20.15: Dave Chisnall - Gary Anderson

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder