Sum Portalurin skrivaði sunnudagin, so var Filip Djordjevic á veg til Víking aftur eftir seks ár í útlegd.
Í kvøld hevur Víkingur váttað, at 31-ára gamli serbin, sum hevur verið í Føroyum í eini 15 ár, aftur skal spæla í Sarpugerði.
Og tað er, eins og vit skrivaðu fyri nøkrum døgum síðani, talan um ein tvey-ára sáttmála.
- Nú eru tað nógv ár síðani eg fór, og tíðin er komin til, at geva tað eg havi eftir í ljósabláu blusuni. Eg havi altíð havt eitt ynski at koma aftur til Víking. Tað er har, eg føli meg heima og havi nógvar góðar løtur at hyggja aftur á, sigur Filip Djordjevic við síðuna hjá Víkingi.
Filip Djordjevic kom til Víking frá KÍ á sumri 2012 og spældi har til og við kappingarárið 2019. Har var hann við at vinna tvey FM, steypakappingina fýra ferðir og til at koma víðari í Evropa fýra ferðir.
Síðani hevur hann verið í ÍF, TB, EB/Streymi og seinast B36.
![]()
Filip Djordjevic í dysti fyri Víking móti B36 - eftir eitt ár í B36 vendir hann nú aftur til Norðagøtu (Mynd: Jens Kr. Vang)
Martin Klein Joensen er farin til ÍF. Áleyparin spældi ikki nógv í seinnu hálvu í ár, men Jørgen Nielsen og Olaf Bárðarson, umframt spælarar longuri afturi á vøllinum eru á veg vekk ella eru longu farnir úr Víkingi.
Harvið hevur liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen tørv á spælarum. Í gjár var Mikkel Hyllegaard, kviki upplegs-kongurin hjá 07 Vestur júst farna kappingarár, kunngjørdur í Sarpugerði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald