Síðani skiftið hjá Erling Braut Håland frá Red Bull Salzburg til Borussia Dortmund í januar 2020 hevur ein av størstu spurningunum í fótbóltsheiminum verið: Hvar fer at keypa Håland næstu ferð.
Stóri norski áleyparin sló sítt navn fast í fótbóltsheiminum í 2019, tá hann millum annað skoraði níggju mál í einum HM-dysti fyri U20-lið og gjørdist fyrsti tannáringur, sum skoraði í fimm Champions League-dystum á rað.
Håland er hildin fram við at skora í Dortmund - 85 mál í 88 dystum - har hann í fjør vann týsku steypakappingina og heiðurin sum ársins leikari í týskum fótbólti.
Nú er so at siga endaliga greitt, at nú 21-ára gamli áleyparin ikki heldur fram í Borussia Dortmund næsta kappingarár. Sponsku stórfeløgini Real Madrid og Barcelona hava seinastu tíðini verið nevnd millum favorittarnar, men tó hevur meira og meira peikað á Manchester City, og í dag hevur felagið, í heilt stuttari fráboðan á heimasíðu sínari, gjørt greitt, at avtala er komin í lag við Borussia Dortmund um ein keypsprís.
Talan er um 51 milliónir pund, men sambært Sky Sports skal City gjalda 85 milliónir samanlagt, tá alt verður tikið við.
Um Håland og Manchester City verða samdir um ein sáttmála, so verður skiftið veruleiki 1. juli. Talan verður allarhelst um veruligan styrk hjá Manchester City, ið seinastu árini ikki veruliga hevur havt ein "fyrsta áleypara". Håland hevur eisini ein dreym um at vinna Champions League, og nógv hava ynskt at sæð mannin í Premier League. Pápi hansara, Alf-Inge, spældi eitt skifti við júst City.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald