Hondbóltur

Váttað: Kjartan og Satchewll gjørt tvey-ára sáttmála við Lemvig-Thyborøn

- Eg haldi tað er eitt spennandi projekt at fáa LTH upp í bestu deildina aftur, sigur landsliðsbakkurin við heimasíðu felagsins. Málverjin heldur, at hetta hóskaði perfekt hjá honum.

Kjartan Johansen skal næsta kappingarár spæla við Lemvig-Thyborøn Håndbold. Hetta skrivaði Portalurin um fríggjadagin - nú hevur felagið endaliga váttað tíðindini (Mynd: Lemvig-Thyborøn Håndbold)

Kjartan Johansen skal næsta kappingarár spæla við Lemvig-Thyborøn Håndbold. Hetta skrivaði Portalurin um fríggjadagin - nú hevur felagið endaliga váttað tíðindini (Mynd: Lemvig-Thyborøn Håndbold)

2024-07-24 13:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kjartan Johansen skal næsta kappingarár spæla við Lemvig-Thyborøn Håndbold. Hetta skrivaði Portalurin um fríggjadagin - nú hevur felagið endaliga váttað tíðindini.

Les eisini: Kjartan og Satchwell á veg til danskan hondbólt 

Lemvig-Thyborøn Håndbold henter forstærkning til højreback-positionen med færøske Kjartan Johansen, der skifter til klubben på en toårig aftale.

Soleiðis skrivar almenna síðan hjá felagnum í dag. 28-ára gamli strandingurin er sjálvur spentur.

- Eg havi valt at koma til LTH efter eitt gott prát við venjaran, og so haldi eg, at tað er eitt spennandi projekt at fáa LTH upp í bestu deildina aftur.

Lemvig-Thyborøn Håndbold flutti farna kappingarár niður í næstbestu deildina, har ein annar føroyskur høgri bakkur, Vilhelm Poulsen, var í hópinum. Nú skal hoyvíkingurin spæla í Bundesliguni.

Kjartan Johansen sigur, at hann gleðir seg til at spæla í Jysk Energi Arena "fyri fantastisku áskoðarunum".

Tað skal hann helst saman við føroyska landsliðsmálverjanum Nicholas Satchwell, ið sum skilst eisini fer at skifta til LTH í næstbestu donsku deildini úr norskum hondbólti. Hetta verður helst váttað seinni í vikuni.

Dagført: 13.42 - júst eftir at greinin kom út, kunngjørdi LTH eisini 32-ára gamla Nicholas Satchwell sum nýggjan málverja. Hann sigur millum annað so:

- Jeg har valgt at blive en del af LTH-holdet, da det var et perfekt match for mig sportsligt og familiemæssigt. LTH er en ambitiøs klub med gode sportslige rammer og en fantastisk opbakning, hvor jeg håber at kunne videreudvikle mig som målmand. Jeg glæder mig til den kommende sæson og ser frem til at opleve stemningen i hallen til hjemmekampene,” siger Nic.


[object Object]
Satchwell - júst kunngjørdur í nýggja búnanum (Mynd: Lemvig-Thyborøn Håndbold)
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder