Tíðliga í mai kom sáttmáli uppá pláss millum Vilhelm Poulsen og TSV Hannover-Burgdorf.
Les eisini: Vilhelm Poulsen til Bundesliguna
Síðani hevur 24-ára gamli hoyvíkingurin spælt HM play-off dystir fyri Føroyar, pakka saman í Lemvig, spælt nakrar dystir í Katar og verið í Tokyo við A-landsliðnum.
Í Al Arabi, sum leigaði sterka føroyska landsliðsbakkin, vann hann eina steypakapping. Nú skal Vilhelm Poulsen fyrireika seg til nýggju tilveruna í týskum hondbólti.
Hannover-Burgdorf er byrjað at venja, og felagið hevur lagt myndir av nýggju spælarunum út á sosialu miðlarnar.
Nýggju spælararnir hjá felagnum - Vilhelm við 9-talinum (Mynd: TSV Hannover-Burgdorf)
"Die Recken", sum nýggja liðið hjá Vilhelmi verður rópt, endaði á 7. plássi í fjør. 18 lið eru við í "heimsins sterkastu hondbóltsdeild".
Kappingarárið 2024/2025 byrjar 5. september. Elias Ellefsen á Skipagøtu (THW Kiel) og Hákun West av Teigum (Füsche Berlin) fara tá undir sítt seinna kappingarár í Týsklandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald