placeholder
Fótbóltur

Váttað: Magnus fer til Íslands við Heimiri

Sambært in.fo hevur 25-ára gamli vinstri bakkurin skrivað undir ein tvey-ára sáttmála við Val.

Magnus Egilsson er ikki longur HB-leikari (Mynd: Sverri Egholm)

Magnus Egilsson er ikki longur HB-leikari (Mynd: Sverri Egholm)

2019-12-11 07:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í síðstu viku gjørdist greitt, at Magnus Egilsson var farin til Reykjavíkar at royndarvenja við Vali, har Heimir Guðjónsson nú er venjari. 

In.fo skrivar, at liðið hevur manglað ein vinstra bakk, og nú hava partarnir gjørt ein tvey-ára sáttmála.

Talan er um ein leikara, sum í 2017 ikki spældi fótbólt á hægsta stigi. Undir Heimiri Guðjónssyni fekk hann beinanvegin ein fastan leiklut, og 25-ára gamli Magnus Egilsson hevur sambært FaroeSoccer spælt 55 dystir á besta liðnum hjá HB seinastu tvey kappingarárini. Har hevur hann saman við Heimiri vunnið FM (2018) og Løgmanssteypið (í ár)

[object Object]
Heimir førdi HM til eitt suverent føroyameistarheiti í 2018

Harvið fær Valur Reykjavík enn ein føroyskan landsliðsleikara í hópin. Kaj Leo í Bartalsstovu er eisini knýttur at felagnum, ið endaði mitt á stigatalvuni í fjør:  Nummar seks. 

Skiftið merkir, at HB missir enn ein leikara, og skal hava ein nýggjan fastan vinstra bakk. Pætur Petersen hevði eisini møguleika at fara til Íslands, men vongurin hevur valt at halda fram í HB.

Aðrar leikarar, ið ikki eru við, tá HB byrjar komandi kappingarár:
Sebastian Pingel hevur skift til grannarnar B36 
- Símun Samuelsen hevur boðaði frá, at hann gevst
Brynjar Hloðversson fær ikki longt sáttmálan

- Tróndur Jensen og Hørður Askham eru langtíðarskaddir og spæla helst ikki í fyrru hálvu
- Lasse Andersen og Ari Mohr Olsen halda allarhelst ikki fram

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder