Uros Stojanov spælir frá 1. juli ikki longur við ÍF. Hesum boðar starvsnevndin í ÍF frá í kvøld.
- Uros hevur verið okkum ein sera góður og týdningarmikil leikari, bæði á, og uttanfyri vøllin, men nú er tíðin komin, til at hann skal visa síni evni aðrastaðni, verður sagt úr ÍF.
Uros Stojanov kom til Fuglafjarðar í fjør, og var ein sannur fongur fyri ÍF og skoraði 17 mál.
Í ár hevur hann eisini ligið framvið, og hevur í 14 dystun skorað sjey mál.
Nú skjýtur hann so ikki fleiri mál fyri ÍF, men bolt.fo skrivaði í gjár, at Uros Stojanov hevur skrivað undir við B36. Hetta er enn ikki kunngjørt.
ÍF tapti í kvøld 2-1 móti grannunum úr Víkingi. Uros Stojanov var við í hópinum, men spældi ikki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald