
- VB ásannar, at neyðugt er við longri samstarvi við venjarar. Seinastu árini hevur útskiftingin av venjarum verið ov stór, og hetta órógvar menningina, serliga av ungu leikarunum.
Soleiðis verður skrivað í samband við, at VB hevur sett Rasmus Stensgaard í starv aftur, og at partarnir hava gjørt ein trý-ára sáttmála.
Danin varð í 2017, sum blaðungur, settur sum venjari hjá besta kvinnuliðnum og sum høvuðsungdómsvenjari. Árið eftir fór hann til Esbjerg at arbeiða sum ungdómsvenjari á kvinnusíðuni - í summar kemur hann aftur til Vágs. Hetta gjørdist greitt fyri stuttum, og hetta skrivar Suðuroyarportalurin.
- Tað eru stórir møguleikar fyri at, saman við øðrum, gera eitt sera gott grundarlag fyri menning í VB og Vági sum heild, og tað fara vit at arbeiða við tey næstu trý árini, og hetta gleði eg meg nógv til.
Tað sigur Rasmus Stensgaard, ið nú er vorðin 23-ára gamal.
Umframt at standa á odda fyri besta kvinnuliði felagsins, skal danin verða knýttir at gentum 16 og dreingjum 16 og arbeiða tætt við tí ungdómsvenjara, ið Vágs Bóltfelag fer at seta.