Hondbóltur

VB vann fyrsta dystin í ár

Hoyvíkskvinnur leggja seg einsamallar á odda í deildini.

Gurið Krosslá Augustinussen gjørdist toppskjútti í fyrsta VB-sigrinum í ár við níggju málum (Savnsmynd)

Gurið Krosslá Augustinussen gjørdist toppskjútti í fyrsta VB-sigrinum í ár við níggju málum (Savnsmynd)

2021-12-05 19:04 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tríggir dystir vórðu leiktir í bestu kvinnudeildini í hondbólti seinnapartin. 

Eftir tíggju dystir í SMS-deildini í ár hevði tað undan dystinum í dag, ikki eydnast VB at fáa nakað stig á kontuna. Seinast hesi liðini spældu var 3. november, og tá var tað EB sum var við yvirlutan og vann 26-22. Men við einum 30-26 sigri á EB vann VB síni fyrstu stig í hesum kappingarárinum. Støðan í hálvleikinum var 12-9 til heimaliðið.

Í Høllini á Hálsi var Stjørnan á vitjan hjá Neistanum. Heimaliðið byrjaði betri og var á odda allan dystin, men síðstu minuttirnar kom spenningur í. Neistin vann, men tað var bara eitt mál á muni tá avtornaði, 29-28. Støðan í hálvleikinum var 19-12 til Neistan.

Føroyameistararnir í fjør, StÍF, høvdu vitjan av oddaliðnum í ár, H71. Hoyvíkskvinnur sum hava skrivað hondbóltssøgu við sínari luttøku í Evropa hava verið flúgvandi seinastu tíðina. Tað vóru tær aftur í dag, og vunnu 27-22. Støðan í hálvleikinum var 14-11 til H71.

H71 er nú einsamalt oddalið í deildini við 17 stigum. Neistin er á øðrum plássi við 16 stigum, men við tveimum dystum fleiri enn hoyvíkskvinnur.

VB - EB 30-26 (12-9)
Neistin - Stjørnan 29-28 (19-12)
StÍF-H71 22-27 (11-14)

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder