Fleiri persónlig og óalmenn føroysk met vórðu sett síðsta vikuskiftið í jólakappingini í vektlyfting í Tvørmegi í Havn.
Lyftararnir eru annars í sokallaðari tungari venjing, sum merkir, at teirra venjingarskrá er løgd til rættis eftir kapping, ið liggur longur frammi.
Vinnarin av jólakappingini hjá monnum var Leif á Bøgarði, sum nú kappast í 89 kilo-flokkinum. Leif vann við 284,3 sinclair-stigum, sum helst er hægsta sinclair-tal her á landi í kapping. Leif setti persónlig met í trekk við 106 kilo, stoyt 134 kilo og ein tvídyst á 240 kilo. Føroysku metini eru í løtuni 93, 121 og 223 kilo, so Leif liggur ivaleyst væl fyri at taka hesi metini.
Sofus Bech (<96 kilo) kom inn á annað pláss við 265,7 sinclair-stigum. Sofus hevur víst góðar taktir í venjingunum síðstu mánaðirnar, og livdi upp til væntanirnar við at lyfta somu bestu lyft sum við venjing. Lyftini vóru trekk 105 kilo, stoyt 130 kilo og tvídyst 235 kilo.
Pól Hendrikur Andreasen (<81 kilo) lyfti seg til til triðja pláss við 257,8 sinclair-stigum. Pól Hendrikur lyfti hesaferð í 81 kilo flokkinum, men vigaði einans 0,3 kilo omanfyri markið til 73 kilo flokkin.
Leygardagin trekti Pól Hendrikur 84 kilo, stoytti 117 kilo, tvs ein tvídyst á 201 kilo. Til venjing hevur hann trekt 91 kilo og stoytt 120 kilo. Við DM í september trekti hann 90 kilo og stoytti 115 kilo.
Hjá kvinnunum vóru tað tveir lutfalsliga nýggir lyftarar, ið bjóðaðu av. Á fyrsta plássi kom Barbara Dahl Jacobsen, sum í 76 kilo-flokkinum vann við 113,3 sinclair-stigum. Hon lyfti 36 kilo í trekk og stoytti 57 kilo, tvs 93 kilo í tvídysti.
Nummar tvey gjørdist Barba Jansdóttir, ein heilt nýggjur kvinnuligur vektlyftari. Hon fekk 108,5 sinclair-stig fyri 33 kilo í trekk og 50 kilo í stoyt, samanlagt 83 kilo.
Stinnasti føroyski kvinnuligi vektlyftarin, Anna Kristian Niclasen, luttók ikki í kappingini leygardagin, men fer at luttaka í kapping í Danmark komandi vikuskiftið.
Føroyameistarastevnan í vektlyfting verður 19. mars komandi ár. Fleiri kappingar verða eisini uttanlands í nýggja árinum, til dømis NM og NJM, sum Føroyar nú luttaka í undir egnum flaggi, eftir at hini norðurlondini hava játtað Føroyum at luttaka sum sjálvstøðugur limur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald