Á ársveitsluni hjá EB/Streymi í gjárkvøldið varð kunngjørt, at Sigfríður Clementsen heldur fram í felagnum í 2025.
Sí eisini: Sigfríður og EB/Streymur hava longt sáttmálan
Fyrr í vikuni gjørdu B36 og fyrrverandi venjarin hjá júst EB/Streymi, Jákup Martin Joensen, sáttmála. Eftir kappingarenda broytti Jákup á Borg støðu, og harvið hava øll átta feløgini, sum halda fram í Betrideildini, sáttmála við høvuðsvenjara fyri næsta ár.
Nakað av ivamáli hevur verið um Adolfo Sormani, men har er so einki hent í HB enn. Magnus Powell og Jákup Martin Joensen eru nýggir í sínum feløgnum.
Tað sær út til, at meginparturin av høvuðsvenjarunum - seks av tíggju vera føroyingar. Tó bert ein í einum felagi, sum endaði í topp-fýra í ár.
Høvuðsvenjarar í Betrideildini hjá monnum 2025:
Víkingur: Jóhan Petur Poulsen
KÍ: Magnus Powell (Svøríki) *
HB: Adolfo Sormani (Italia)
NSÍ: Jens Wedeborg (Svøríki)
B36: Jákup Martin Joensen *
07 Vestur: Dan Brimsvík
EB/Streymur: Sigfríður Clementsen
B68: Jákup á Borg
-------------------------------
FC Suðuroy: Pól Thorsteinsson **
TB: Markus Thorberg (Noreg) **
* Nýggjur í starvinum
** Hevur ikki A-prógv
Hjá báðum uppflytarunum er tað so, at høvuðsvenjararnir ikki hava A-venjaraprógv í løtuni.
Portalurin hevur tó fingið upplýst, at arbeitt verður uppá, at Pól Thorsteinsson (FC Suðuroy) og Markus Thorberg (TB) kunnu halda fram við róðrið.
Talan kann sum skilst verða um venjarasamansetingar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald