Fótbóltur

Venjarar á avbjóðandi og mennandi námsferð

Farnu dagarnar hava tey, sum í august fóru undir A-venjaraútbúgvingina, verið á námsferð í Noregi. Hóast avbjóðingar orsakað av korona, eydnaðist ferðin væl, við sera góðari hjálp frá norsku vertunum.

(Mynd: FSF)

(Mynd: FSF)

2021-12-10 22:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: – Sum heild var hetta ein góð og mennandi námsferð, har vit fingu nógv burturúr. Og sjálvt um korona gjørdi tað eitt sindur avbjóðandi, so dugdu luttakararnir væl at tilpassa seg broyttu umstøðurnar, samstundis sum vegleiðararnir tóku uppgávurnar í størsta álvara, sigur tekniski hjá Fótbóltssambandi Føroya, Pætur Clementsen, við heimasíðuna hjá FSF.

Í døgunum 1. til 8. desember vóru tey, sum í august mánað fóru undir A-venjaraútbúgvingina hjá FSF, á námsferð í Noregi. Vitjað varð m.a. hjá norska fótbóltssambandinum, NFF. Har greiddu tey serliga frá “Landslagsskolen”, og hvussu tey arbeiði í nýggju Úrvalsdeildini.

Hósdagin byrjaði skeið við eftirútbúgving, sum er partur av stóra árliga tiltakinum “Cupfinaleseminaret”. Vanliga eru umleið 900 luttakarar á hesum skeiði, men koronastøðan í Oslo hevði við sær, at hóskvøldið komu nýggjar reglur í gildi, ið høvdu við sær, at skeiðið bleiv avlýst.

– Tað var gleðiligt at uppliva tað stóra gestablídni og hjálpsemi, sum altíð møtir okkum tá vit koma til noregs. Norska venjarafelagið, norska fótbóltssambandið og Lillestrøm spældu øll ein stóran leiklut í, at skráin hjá okkum kundi blíva so spennandi sum gjørligt.

– Hetta upplivdu vit á øllum túrinum, men serliga hóskvøldið, tá nýggju koronaavmarkingarnar komu í gildi. Støðan hjá okkum kundi blivið avbjóðandi, men fólk, ið vildu hjálpa, ringdu mestsum óavbrotið, so vit kundu stápla eina nýggja skrá upp á beinini, fortelur Pætur Clementsen.

Vikuskiftið bleiv brúkt til at luttakararnir arbeiddu við greiningaruppgávum í samband við finaluna um Løgmanssteypið, sum bleiv víst á stórskíggja, umframt at hugt varð eftir dysti í Eliteserien millum Vålerenga og Mjøndalen. Eisini vóru framløgur frá A-landsliðsvenjarunum, Lene Terp og Håkani Ericson á skránni.

Seinasta vitjan á túrinum var í Lillestrøm, har umboð fyri felagið greiddi frá, hvussu tey arbeiða í dagligdegnum. Síðan fingu nakrir av okkara luttakarum høvi at venja teirra U16- og U19-lið við dreingjum, meðan onnur høvdu uppgávuna at eygleiða venjingarnar.

– Samanumtikið var hetta ein góð vika. Nú fer A-útbúgvingin í vetrarfrí, og síðan verður herjað á aftur í januar við næstu modulunum, sigur Pætur Clementsen at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder