Hondbóltur

Venjarin er tann kendasti

Tó eru fleiri sterkir spælarar í norðurmakedónska hópinum, sum hava dygdirnar til at skaða Føroyar. Kiril Lazarov væntar eina ógvuliga torføra uppgávu á Hálsi í kvøld.

- Tað hevði verið betur fyri Norðurmakedóna at hitt onkran annan enn Føroyar, sum hevur havt stóra framgongd. Vit hava stóra virðing fyri hesum liðnum. Hetta staðfesti fyrrverandi stórspælarin og núverandi venjarin, Kiril Lazarov, fyri Portalinum í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

- Tað hevði verið betur fyri Norðurmakedóna at hitt onkran annan enn Føroyar, sum hevur havt stóra framgongd. Vit hava stóra virðing fyri hesum liðnum. Hetta staðfesti fyrrverandi stórspælarin og núverandi venjarin, Kiril Lazarov, fyri Portalinum í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2024-05-08 08:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár komu norðurmakedónar til landið við leiguflogfari. Talan var um langan túr, men stutt eftir komu vóru teir á hallargólvinum á Hálsi.

Ein teirra var Kiril Lazarov, sum ikki bert er ein kendur fyrrverandi hondbóltsspælari í Norðurmakedónia - hann spældi fyri millum annað stór sponsk feløg, er ógvuliga kendur kring "hondbóltsevropa" og ein av allarbest umtóktu ítróttarfólkunum í landinum í nýggjari tíð.

Sí eisini: Lazarov: -Høvdu gjarna vilja møtt onkrum øðrum enn Føroyum

Yvir 1.700 mál í landsliðshøpi - triðflest nakrantíð á manssíðuni og við hægst miðaltali av teimum, sum hava skotið yvir 1.000. Tað er at vera takksamur fyri, at Lazarov nú er 43 ára gamal og ikki spælir longur, nú tá Føroyar skulu spæla avgerandi dystir um HM-pláss móti Norðurmakedónia.

Nú er hann høvuðsvenjari. Hjálparvenjari er fyrvverandi sterki strikuspælarin Stojavnce Stoilov. Lazarov hevði sanniliga ynskt eitt betri lutakast. Tað staðfesti hondbóltslegendan smílandi fyri Portalinum, tá vit fingu orðið á hann á Hálsi í gjár.

- Tað hevði verið betri fyri Norðurmakedóna at hitt onkran annan enn Føroyar, sum hava havt stóra framgongd. Tað er eitt lið, ið vit hava stóra virðing fyri.

Kiril Lazarov heldur, at Føroyar nærkast ovaru liðunum í Evropa. Norðurmakedónia hevur verið við til øll HM- og EM-endaspølini síðani 2012. Tað hevur tó gingið verri seinnu árini; sum júst Lazarov er eldur og síðani givin.

[object Object]
Lámi Lazarov í eyðkendum stíli sum spælari - høgri bakkurin hevði nógvar dygdir á hondbóltsvøllinum (Mynd: EPA)

[object Object]
Nú sum venjari har hann roynir at leiða Norðurmakedónia á rætta kós. Fyri Portalurin vísur hann á, at hansara lið væntar ein ógvuliga torføran dyst á Hálsi (Mynd: EPA)

Sí eisini: Føroyar hava vunnið helmingin av heimadystunum seinastu trý árini

Allir spælarar í hópinum hjá gestunum á Hálsi, fyriuttan tríggir, spæla í Norðurmakedónia. Teir eru eisini umráðandi: Málverjin Mitrevski úr Porto, bakspælarin Filip Taleski úr Benfica og høgri vongurin Nikola Kosteski, sum spælir í kekkiskum hondbólti. Taleski skuldi verða tann nýggja stóra stjørnan, og hóast tað ikki hevur gingið heilt so gott sum ætlað, so kann nummar 18 gerast vandamikil fyri Føroyar.

Tað eru annars trý tey fremstu liðini í Norðurmakedónia, sum eru umboðaði: Eurofarm Pelister, RK Vardar 1961 og RK Alkaloid. Síðstnevnda er felagið, sum Lazarov sjálvur er frá og eisini er venjari hjá. Fyrstnevnda hevur spælt í Champions League hetta kappingarárið, og Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur verið lyklaspælar hjá Kiel fyri at koppa Eurofarm tvær ferðir. Eurofarm og Vardar eru arvafíggindar, og tað gongur vanliga hart fyri seg - á og uttanfyri vøllin - tá hesi hittast.

Sí eisini: 
Elias: - Eg spæli í morgin
Peter Bredsdorff-Larsen:- Skulu helst vinna heimadystin

Nú skulu allir hesir royna at koppa Føroyum á Hálsi. Har fara teir á heimaliðnum helst at halda vakið eyga við Marko Mitev. 21-ára gamli spælskiparin úr Alkaloid fær stóra ábyrgd frá Lazarov og er meira lágvaksin og kvikur enn hinir í bakketuni. Mitev (nummar 10 á rygginum) kann fara at geva Føroyum stórar trupulleikar. Okkara fara helst at "bjóða" nøkur langskot og royna at sleppa undan innspølum til strikuna - millum annað tá Norðurmakedónia spælir 7 ímóti 6.

Sí eisini: 
Arbeiða nógv við yvirtali og undirtali
Myndir: Høllin á Hálsi og hondbóltsmenninir til reiðar til HM-brak

Fyrsta bríksl á Hálsi verður klokkan 19. Kringvarpið vísir dystin, og FM1 sigur frá Portalurin letur beinleiðis blogg upp tíðliga og verður eisini til staðar til upphitingina á OY, sum byrjar klokkan 16.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder