Fótbóltur

Verða møguliga undir 2.000 áskoðarar á Tórsvølli í kvøld

Fyri lítlari løtu lá talið av seldum atgongumerkjum til Føroyar - Armenia sum skilst ikki langt omanfyri 1.500. Rímiliga nógv eru seld í dag.

Ikki risastórur áhugi fyri at síggja Føroyar og Armenia bresta saman í Nations League í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Ikki risastórur áhugi fyri at síggja Føroyar og Armenia bresta saman í Nations League í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-10 15:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fólksligi stuðulin til føroyska manslandsliðið er ikki ovurhonds stórur í løtuni. Tað er ein sannroynd, at tað er torført at fylla Tórsvøll - ella út við tað - tá leikvøllurin rúmar upp ímóti 10 prosentum av fólkatalinum, men áhugin hevur áður verið nakað størri.

Tað besta at selja við eru úrslit, og Føroyar hava ikki vunnið ein kappingardyst í tvey ár. Nú í Nations League er møguleikin betri. Føroyar hava eisini staðið seg væl á heimavølli í kappingini, men tað vera helst undir 2.000 áskoðarar til dystin í kvøld.

Tað er sjálvandi seint fyri børn - UEFA ásetur klokkuslett - tað er kalt, slakt og annað er á skránni kring landið, men tað er sjálvandi ikki serliga hugaligt, at Tórsvøllur verður meira enn hálvtómur.

Sí eisini samrøðu við nýggja marknaðarleiðaran hjá FSF um millum annað hetta evni HER.

Sí eisini: 
- Landsliðið hevur tørv á viðvindi og at fáa fólk við
Sølvi Vatnhamar: - Vit spælarar hava ein stóran leiklut í gongdini
Sølvi: - Vit standa fult og heilt aftanfyri venjaran

Seinastu tølini fyri seld atgongumerki liggja sum skilst nakað omanfyri 1.500 atgongumerki. Til 1-1 dystin móti Norðurmakedónia seinast var talið beint yvir 2.000.

Atgongumerki kunnu keypast her

Seinast undir 2.000 áskoðarar vóru á Tórsvølli til kappingardyst var undir koronafarsóttini tá tá vóru 500 loyvdir áskoðarar til summar dystir og null til aðrar.

Annars skulu vit nærum tíggju ár aftur: Til 14. oktober 2014 móti Ungarn (0-1), tá tað vóru júst 2.000 skrásettir áskoðarar. Hetta var ein mánaða áðrenn bragdið í Grikkalandi - í eini tíð har fleiri spurnartekin vóru um føroyska landsliðið og landsliðsvenjaratoymi. Tað vendist sjálvandi á høvdið skjótt.

Sí eisini: Allir eru til próvtøku móti Armenia

Ta jaliga er, at talið av seldum atgongumerkjum er vaksið nógv seinasta samdøgrið.

Føroyingar keypa ofta seint, so møguliga koma lutfalsliga nógv afturat næstu fýra tímarnar. Atgongumerki kunnu ikki keypast við dyrnar. Avspark á Tórsvølli er klokkan 19.45.

Portalurin verður á staðnum í kvøld og hevur millum annað beinleiðis blogg.

Nations League Deild C, bólkur 4
3. umfar, hósdagin 10.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Armenia

Atgongumerki kunnu keypast her

Støðan: 
1. Norðurmakedónia 4 stig
2. Armenia 3 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 1 stig *

Sí eisini: - Her er alt tilfarið um Føroyar - Armenia

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder