Tað hevur sum heild gingist væl á heimavølli í Nations League hjá Håkani Ericson og toymi. Føroyar hava fingið stig í seks av sjey dystum higartil - millum annað vunnið Turkalandi - og bert tapt móti Luksemborg. Tá spældu Føroyar í undirtali.
Sí eisini: Hagtølini á heimavølli tala fyri Håkani og Føroyum
Nú vilja - og nærum skulu - Føroyar eisini hava stig aftur á Tórsvølli. Tvær uppgávur eru á heimavølli í vikuni, sum á pappírinum ikki eru truplari enn hana, ið føroyska liðið og venjaratoymi loystu væl móti Norðurmakedónia.
Um tað skal vera sannlíkt, at Føroyar skulu náa "minsta málinum og"sleppa undan aftasta plássinum - og møguligari niðurflyting - so skulu helst fýra stig í pottin hesa vikuna. Summir í landsliðsleguni tosa eisini um seks stig.
Sí eisini:
Brandur og Bjartalíð: - Skulu helst hava seks stig hesa vikuna
Málverjarnir: - Hetta er ein spennandi kapping millum okkum
Håkan Ericson er tó ikki so bersøgin.
- Í fótbólti, og í ítrótti, sum heild fær man ongantíð tryggjað nakað. Onkutíð vinnur man – onkutíð vinnur man ikki. Vit fara sjálvandi inn í ein dyst við viljanum og vónini at vinna.
Landsliðsvenjarin heldur, at nógv gott var í avrikinum í Lettlandi, og at tað ikki var so ringt, sum man fyrst helt og kendi á sær. 64-ára gamli sviin heldur eisini, at nógv jaligt hevur verið seinastu tvey árini - hóast Føroyar ikki hava vunnið ein kappingardyst, og nú eru 30 pláss longur niðri á FIFA-styrkistanum, í mun til tá landsliðsvenjarin byrjaði.
Håkan Ericson og Sølvi Vatnhamar settu á tíðindafundi í gjár orð á støðuna (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini:
Håkan: - Kunnu ikki hugsa um annað enn næsta dyst
Sølvi: - Vit standa fult og heilt aftanfyri venjaran
Sølvi Vatnhamar: - Vit spælarar hava ein stóran leiklut í gongdini (Video)
Sum Fótbóltssambandið skrivar, so er hetta fyrstu ferð, at Føroyar og Armenia spæla A-landsdyst hjá monnum. Einki stórt navn sum Henrikh Mkhitaryan er við. Nógvir spæla í heimligu deildini, meðan fleiri aðrir eru í Russlandi. Ein av álopskendu spælarunum, Grant-Leon Ranos, umboðar Bourssuia Mönchengladbach.
Armenia hevur higartil í kappingini vunnið á Lettlandi heima (4-1) og tapt í Norðurmakedónia (2-1; í yvirtali). Fyrsta bríksl í kvøld er 19.45. Portalurin hevur beinleiðis blogg og nógv annað á staðnum.
Nations League Deild C, bólkur 4
3. umfar, hósdagin 10.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Armenia
Atgongumerki
Sí eisini: Skal ongantíð vera nakar ivi um, nær landsdystur er
Støðan:
1. Norðurmakedónia 4 stig
2. Armenia 3 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 1 stig *
* Niðasta liðið í deildini flytir niður í Deild D ella skal spæla um tað næsta ár.
Sí eisini:
Føroysku menninir mugu finna toppstigið fram
Odmar: - Eg síggi nógv fantastiskt í Andriasi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald