Fótbóltur

- Kunnu ikki hugsa um annað enn næsta dyst

Annað fyllur ikki í fyreikingunum hesaferð, staðfestir Håkan Ericson. - Vit vita, at tað kann ganga skjótt í fótbólti. Vilja síggja gleðina á Tórsvølli aftur – tað sakna vit eisini.

- Dysturin í Riga var ikki ein so ringur útidystur hóast alt. Tá vit hava viðgjørt dystin er kenslan ikki líka keðilig, sum tá dysturin í Lettlandi var liðugur, heldur landsliðsvenjarin fyri (Mynd: Sverri Egholm)

- Dysturin í Riga var ikki ein so ringur útidystur hóast alt. Tá vit hava viðgjørt dystin er kenslan ikki líka keðilig, sum tá dysturin í Lettlandi var liðugur, heldur landsliðsvenjarin fyri (Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-09 19:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Dysturin í Riga var ikki ein so ringur útidystur hóast alt. Tá vit hava viðgjørt dystin er kenslan ikki líka, sum tá dysturin í Lettlandi var liðugur. Teir sita ov nógv á fyrra hálvleiki, men í 2. hálvleiki skapa vit nóg mikið til at fáa stig burturúr.

Håkan Ericson er greiður. Hann er ikki so heilt ónøgdur við tapið í Lettlandi fyri beint undir einum mánaða síðani. Tað kann vera lítið ímillum um tú vinnur, ella um tú tapir - Føroyar eru farnar 30 pláss aftur á FIFA-styrkislistanum, síðani Håkan Ericson og toymi høvdu fyrsta dystin í september 2020.

- Í fótbólti, og í ítrótti, sum heild fær man ongantíð tryggjað nakað. Onkutíð vinnur man – onkutíð vinnur man ikki. Vit fara sjálvandi inn í ein dyst við viljanum og vónini at vinna. Tað er rætt, at vunnu millum annað ongan dyst í EM-undankappingini í fjør men tað er ikki heilt nýtt fyri Føroyar.

Soleiðis segði sviin á dagsins tíðindafundi í sambandi við spurningin hjá Portalinum, hvussu hann sær uppá trýstið at fáa ein sigur, nú spurningar eru um starvið, nú tað er á heimavølli, nú støðan í bólkinum er kroyst, og nú tað eru yvir tvey ár síðani seinasta kappingarsigur (Turkaland, 25. september 2022).

Sí eisini: 
Sølvi Vatnhamar: - Vit spælarar hava ein stóran leiklut í gongdini
Sølvi: - Vit standa fult og heilt aftan fyri venjaran

[object Object]

[object Object]
Håkan Ericson og Sølvi Vatnhamar á dagsins tíðindafundi (Myndir: Sverri Egholm)

Eftir tapið í Riga sá tað út til, at nakrar rembingar vóru. Håkan Ericson staðfestir tó, at tað einki øðrvísi er hesaferð, eftir at søgur hava verið um fundarvirksemi.

- Vit kunnu ikki fokusera uppá annað enn næsta dyst. Vit hugsavna okkum um at gera tær taktisku, fysisku og sinnisligu fyrireikingarnar, sum skulu gerast - tað líkist nógv tí vanliga. Vit vita, at tað kann ganga skjótt í fótbóltinum. Vilja síggja gleðina á Tórsvølli aftur – tað sakna vit eisini.

Sí eisini: 
- Skal ongantíð vera nakar ivi um nær landsdystur er
A-landsliðið hevur nógv at prógva í oktober
FSF hevur ikki stórvegis viðmerkingar til landsliðsvenjaraspurningin

Í mun til mótsstøðuna og dystarætlan segði Håkan Ericson, at man ynskir, at dysturin líkist honum móti Norðurmakedónia. Tá endaði tað 1-1. 

- Armenia hevur svingandi úrslit, og er ikki altíð líka sterkt á útivølli.

Sí eisini:
Føroysku menninir mugu finna topsstigið fram
Hagtølini á heimavølli tala fyri Håkani og Føroyum

Nations League Deild C, bólkur 4
3. umfar, hósdagin 10.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar - Armenia

Atgongumerki

4. umfar, sunnudagin 13.10 á Tórsvølli
19.45: Føroyar Lettland

Atgongumerki

Sí eisini: Skal ongantíð vera nakar ivi um, nær landsdystur er

Støðan: 
1. Norðurmakedónia 4 stig
2. Armenia 3 stig
3. Lettland 3 stig
4. Føroyar 1 stig *

Niðasta liðið í deildini flytir niður ella skal spæla um tað næsta ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder