Mllum jól og nýggjár hevur HSF tvær áhugaverdar verkstovur á skrá fyri ávikavist vengur og lámar bakkar.
Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya, sum við verkstovunum vil menna og kasta ljós á týdningin av hesum ávísu plássunum á vøllinum í hondbóltsspælinum.
- Týdningurin og krøvini til vengur er vaksin, so hvørt sum spælið er vorðið alsamt skjótari. Hetta gevur fleiri skot til vengurnar og størri ymiskleika í skotstøðunum. Samstundis eru krøvini til vengur í verjustøðu vaksin, bæði á vonginum, men eisini á einum 1´ara frammarlaga ella einum 2´ara.
Turið Arge Samuelsen í skotroynd frá vonginum (Mynd: Sverri Egholm)
Hákun West av Teigum er høgri vongur - tann besti ungi í heiminum sambært stórari atkvøðugreiðslu - og kastar við vinstru hond (Mynd: Sverri Egholm)
Lámar, spælarar sum í høvuðsheitinum kasta við vinstru hond, eru ein mangulvøra í føroyskum hondbólti, og tað er nakað sum sjóneyka skal setast á, tá fleiri av okkara landsliðum spæla uttan lámar bakkar.
- Hetta avmarkar spælið taktiskt. HSF ynskir tískil at varpa ljós á hetta og fer komandi tíðina, saman við feløgunum, at leggja meira fyri at lofta og menna lámu leikararnar betri.
Til verkstovur koma leikarar frá A-landsliðunum at hjálpa til. Kjartan Johansen, Vilhelm Poulsen, Turið Arge Samuelsen, Leivur Mortensen og Hákun West av Teigum, ið øll spæla á vonginum ella kasta við vinstru hond, koma at leggja lag á við teirra royndum frá hondbólti á hægsta stigi.
Hondbóltssambandið boðar frá, at verkstovurnar vera fyri landsliðsleikarar á ella kring ungdómslandsliðini, ávikavist 28. og 30 desember - í dag og fríggjadagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald