
Í 2016 gjørdist VÍF føroyameistari. Síðani hevur bert eitt felag vunnið FM hjá monnum, og tað er H71. Íkvøld høvdu vestmenningar møguleikan at tryggja sær føroyameistaraheitið í Hoyvík, har fjórða finalan varð leikt - og VÍF tók av.
Tað leikaði ógvuliga javnt á í 1. hálvleiki, har liðini so at siga skiftust um at skora. Tað var tó H71, ið oftast var á odda, og tað var eisini +1 til heimaliðið í steðginum. Hoyvíkingar tóku eina tvey máls leiðslu tíðliga í 2. hálvleiki, og Ari Dam kom inn og stóð væl. Men frá 17-15 fór tað til 17-22, og so var eingin vegur aftur hjá H71. Skotini hjá Filipi Jojic, Halluri Árasyni og hinum sótu bara, og í hinum endanum høvdu hoyvíkingar trupult við at skora. Mladen tók sítt, men so vóru eisini fleiri skot, ið bara ikki raktu málið.
Dystarmyndin líktist henni frá leygardegnum eitt sindur, og tað gjørdist ongantíð heilt tætt aftur. Teir á útiliðnum vóru sera hugsavnaðir og kyniskir, og ímóti endanum, og serliga eftir seinasta bríksl, kundu teir mongu áskoðarnir, sum vóru í gulum og bláum, stórfegnast. Áskoðarnir settu veruliga dám á aftur í kvøld, og tað verður allarhelst ein sera góður túrur aftur til Vestmanna.
H71 megnaði harvið ikki at vinna greipuna og halda fast í FM. VÍF vann 3-1 í finalum og við tíggju málum í kvøld - eins og kvinnurnar hjá StÍF gjørdu fyri løtu síðani.
Myndir og viðmerkingar seinni.
Fjórða FM-finalan í Burn-deildini
21.04 í Hoyvíkshøllini
H71 - VÍF 24-34 (14-13)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald