Fótbóltur

Viborg FF sær møguleikar Martin Agnarssyni

Danska superligafelagið valdi at gera sáttmála við unga bakkin úr B36 beint áðrenn flytingargluggin varð afturlatin í gjárkvøldið.

2022-09-01 12:17 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Vit halda spennandi møguleikar eru í Martini. Vit fingu sjálvir høvi til at spæla móti honum, og kundu staðfesta, at hann er góður við bóltinum, og hevur eina ferð, sum passar okkara. Hann er ein spælari við møguleikum.

Soleiðis sigur ítróttastjórin í danska superligafelagnum Viborg FF, Jesper Fredberg, um keypið av 18 ára gamla føroyska bakkinum, Martini Agnarssyni úr B36.

Flytingargluggin í donskum fótbólti lat aftur í gjárkvøldið. Og Viborg var aktivt á marknaðinum og seldi tveir av sínum bestu leikarum, Younes Bakiz og Christian Sørensen til ávikavist AaB og FC København. Samstundis keyptu tey Oliver Bundgaard úr Randers og tunesiska landsliðsleikaran Elias Achouri úr Estoril í Portugal.

Men í síðstu løtu valdu teir eisini at skriva undir við ein ungan føroyskan leikara. 18 ára gamla Martin Agnarsson úr B36.

Martin hevur júst verið í Viborg í nakrar dagar og royndarvant, og hann gjørdi eisini ein góðan figur, tá B36 møtti Viborg FF í Conference League fyrr í summar.

Martin skal ikki rokna við at fáa fast pláss á besta liðnum beinanvegin. Ítróttastjórin sigur við Viborg Folkeblad, at tey valdu at gera ein trý sáttmála við skjóta føroyingin, tí teimum tørvar ein ‘back-up’ fyri nýinnkeypta Oliver Bundgaard á vinstra bakki.

- Vit hava staðfest, at Martin er vorðin ein profilur í føroysku liguni, og vit rokna eisini við, at hann hevur góðar møguleikar at mennast hjá okkum. Hann skal tó fyrst venja seg til umstøðurnar, tí hann kemur frá einum heilt øðrum støði, men eg trúgvi upp á at hann kann gerast ordiliga góður fyri okkum, sigur Jesper Fredberg við Viborg Folkeblad.

Les eisini: B36 selt Martin Agnarsson til Viborg 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder