Fótbóltur

Við at verða til reiðar til at taka ímóti Íslandi

Teir 23 leikararnir høvdu fyri løtu síðani sína næstseinastu venjing undan venjingardystinum, sum verður fríggjakvøldið.

A-landsliðið hjá monnum vandi aftur í dag á Ovara Vølli í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)

A-landsliðið hjá monnum vandi aftur í dag á Ovara Vølli í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-02 14:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eins og gjár, vandi føroyska landsliðið beint eftir middag á nýggja graslíkinum á Ovara vølli í Gundadali.

Tveir leikarar eru lagdir afturat hópinum, ið býr á Hotel Føroyum, síðani mánadagin, tá 21 leikarar hittust.

Málverjarnir fóru fyri seg, meðan útileikararnir vórðu settir í gongd við einum stuttligum spæli, har tað snúði seg um at kasta bóltin ímillum sín heldur at sparka. Síðani var farið yvir til eitt alveringsøvilsi, ið hjálparvenjarin Eli Hentze tók sær av, áðrenn leikarinir skuldu fremja ymisar kvikar rørslur á einum keylubana, ið Magni Mohr hevði sett upp.

Eftir at fysiski venjarin hevði ført teir 20 útileikararnir ígjøgnum hetta, skuldu leikararnir standa stillir eina løtu og lurta, meðan høvuðsvenjarin Håkan Ericsson tók ymiskt ígjøgnum á einari taktikttalvu. Síðani varð hetta ført út í verkið. Talan var um ymisk uppspøl - hvar leikararnir skulu gera við bóltinum -, ið vit helst fara at síggja í komandi dystunum.


[object Object]Landsliðsvenjarin greiður frá, hvar hann vil hava (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Strandingurin Jákup Johansen, úr Víkingi, er við á fyrsta sinni (Mynd: Sverri Egholm)

Ilt er at siga, júst hvussu føroyska liðið fer at síggja út fríggjakvøldið, men til ein part av venjingini var liðið býtt í tveir partar. Um tað eina av hesum er liðið, ið venjararnir ætla at byrja við móti Íslandi er óvist.

Greitt er í øllum førum, at fyrsta bríksl á Tórsvølli verður fríggjakvøldið klokkan 19.45. Í morgin hava bæði Føroyar og Ísland tíðindafund og venjing á Tórsvølli. Tá verður Portalurin eisini til staðar.

Í sambandi við venjingina tosaðu vit við Mattias Lamhauge, nýggja málverjan í hópinum, og Meinhard Egilsson Olsen. tær samrøðurnar koma út á Portalin seinni í dag.


Hópurin

Málverjar: 
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36

Verjuleikarar: 
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Ballklubb (Noreg)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)
Bjarni Petersen, B36
Alex Mellemgaard, B36
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur

Miðvallarar: 

Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Tróndur Jensen, NSÍ
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Sølvi Vatnhamar, Víkingur

Kantar/áleyparar:
Petur Knudsen, NSÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne BK (Noreg)
Jákup Johansen, Víkingur
Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)
Andreas Lava Olsen, Víkingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder