Fótbóltur

Video: - Eg fái ikki svara tær uppá hvat hetta er eitt tekin um

Eyðun Klakstein setur orð á vónbrotið, eftir at stig aftur glapp Føroyum úr hendi. - Tað verður nakað av órógvi á í 2. hálvleiki, vit fáa ikki heilt spælið at koyra, og so snýr tað seg í stóran mun at verja.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-03-25 22:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Niksic Montenegro (Portalurin): Føroyski landsliðsvenjarin setur orð á, hví tað gjørdist heldur óruddiligt í 2. hálvleiki.

- Útskiftingar vegna skaða gjørdu sítt, og vit fingu ikki heilt spælið at koyra, og so snúði teg seg í stóran mun um at verja. Tað eydnaðist til 49 og ein hálvur minuttir av 2. hálvleiki var spældur.

Vit spurdu millum annað Eyðun Klakstein um, hví hann valdi at skifta Árna Frederiksberg og Páll Klettskarð inn fyri Hanus Sørensen og Páll Klettskarð í steðginum, og hvat tað sigur um liðið at missa stig seint í dystinum tvær ferðir innan tríggjar dagar.

Nýggi fasti høvuðsvenjarin heldur, at man hevur víst ávísa styrki hesir fýra dystirnir undir venjaratoyminum; tí er tað serliga at iðra seg um, at stig ikki kom við heim hesaferð.

Sí samrøðuna ovast

Sí eisini: Mistu á stokkinum í Montenegro

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder