Í síðstu viku fekk Mattias Heðinsson Lamhauge boð um, at hann fyri fyrstu ferð varð úttikin til A-landsliðið. Hetta var sjálvandi ein stór løta, sigur 21-ára gamli málverjin í samrøðu við Portalin beint fyri landsliðsvenjingina á Ovara Vølli í dag.
Havnarmaðurin, sum spældi í Noregi og fyri HB í ungdómsárunum, fór í fjør til B36 og í ár hevur hann fingið sítt veruliga gjøgnumbrot í Betrideildini. Mattias hevur vart málið hjá liðnum í øllum dystunum, fyriuttan 4-2 dystunum í Runavík.
Hann er skrásettur fyri tveir U19-landsdystir fyri Føroyar.
Tøl: FaroeSoccer
Hoyr samrøðuna við Mattias Lamhauge ovast.
Fótbóltur
Video: - Ein stór løta at fáa boðini um úttøkuna
- Gott og hart arbeiði saman við toyminum í B36 hevur gjørt, at man er her nú, og hetta er ein stórur motivatiónsfaktorur til at arbeiða hart víðari. Tað sigur 21-ára gamli málverjin Mattias Lamhauge.
2021-06-02 16:38
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald