Miðvallarin var við á tíðindafundi og segði har - eins og í samrøðuni við Portalin omanfyri - at tað vóru ikki bert neilig ting í 0-3 ósigrinum móti Kekkia, men at tað samanumtikið manglaði ov nógv.
Serliga var tað í álopsspartinum, og har skulu fleiri fólk flytast fram. Liðskoparin hjá KÍ sigur, at teir á ein hátt skulu vaska úrslitið leygarkvøldið av sær og fáa eina góða uppliving á Tórsvølli í annaðkvøld.
Hoyr alla samrøðuna við Jákup B. Andreasen omanfyri. Føroyar og Albania spæla á Tórsvølli í annaðkvøld.
Sí eisini:
Håkan Ericson: - Fara ikki at spæla við trimum miðverjum í morgin
Bert eitt mál í teimum seinastu seks heimadystunum
Hevði Magni Mohr verið her...
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald