Varsjava, Pólland (Portalurin) - Um Moldova kann skora trý mál móti Póllandi, hví skulu vit ikki eisini megna at skora móti teimum?
Hetta spyr 31-ára gamli trongisvágsmaðurin í samrøðuni við Portalin áðrenn venjingina hjá Føroyum á stóra PGE Narodowy leikvøllinum.
Gilli Rólantsson Sørensen staðfestir, at tað fyrst og fremst snýr seg um at verja borg í morgin móti kroystu póllendingunum.
Sí eisini:
- Stór uppgáva men fara sjálvandi eftir trimum stigum
(Video): - Skulu verja skansan og vera knívskarpir í kontraspælinum
Myndir: Stórslignar umstøður hjá lítlu fótboltstjóðini
Vit spurdu Gilla um fyrstu tíðina í Superligafelagnum Vejle, sum nú hevur vunnið sín fyrsta dyst, og hvussu væl hann fylgir støðuni hjá barndómsfelagnum TB og føroyskum fótbólti:
- Eg klári ikki at sleppa tí, og eg eri enn í samband við gomlu liðfelagarnar, avdúkaði maðurin sum helst spælir á høgra vongbakki í morgin.
Fyrsta bríksl í EM-undankappingardystinum í morgin verður klokkan 19.45 í annaðkvøld, hósdagin. Sambært upplýsingum frá pólska fótbóltssambandinum vera íhvussu er 45.000 áskoðarar til dystin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald