Fótbóltur

- Stór uppgáva men fara sjálvandi eftir trimum stigum

Føroyski landsliðsvenjarin og Gunnar Vatnhamar lata væl at fyrireikingunum og gleða seg til at dystast við Lewandowski og hinar frammanfyri umleið 50.000 áskoðarum.

- Tá eitt land sum Føroyar spælir móti slíkum liði, kann man vanta, at mótstøðuliðið kanska vinnur átta ella níggju ferðir út av tíggju. Tað snýr tað seg um at royna at raka handan “tíggjunda dystin” hjá okkum – har alt bara riggar, staðfestir landsliðsvenjarin (Mynd: Sverri Egholm)

- Tá eitt land sum Føroyar spælir móti slíkum liði, kann man vanta, at mótstøðuliðið kanska vinnur átta ella níggju ferðir út av tíggju. Tað snýr tað seg um at royna at raka handan “tíggjunda dystin” hjá okkum – har alt bara riggar, staðfestir landsliðsvenjarin (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-06 12:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Varsjava, Pólland (Portalurin) - Tað vóru nógv tíðindafólk til staðar í risastóra rúminum her á stóra PGE Narodowy leikvøllinum í pólska høvuðsstaðnum. Bíðað varð eftir føroysku miðafólkunum, ið vóru seinkaði vegna seina avgreiðslu við inngongdina og eina bussparkering, sum tók alt ov nógvar minuttir.

Tá tíðindafundurin so byrjaði, tosaðu Håkan Ericson og Gunnar Vatnhamar um góðar fyrireikingar í Malmö, spenningin upp til hendan dystin, og at man hevði fingið viðgjørt dystirnar móti Albania og Kekkia í juni ordiliga.

Sí eisini: 
Pólska liðið er kroyst
Næsta fetið í Póllandi
Heini hevur brotið fótin

Pólskir miðlir spurdu um, hvussu føroyingarnir sóu uppá tað at skula spæla á einum leikvølli, har allir íbúgvar í Føroyum høvdu passað inn - PGE tekur umleið 58.000 fólk. Håkan Ericson smíltist og segði, at hetta er bara nakað jaligt: Ein avbjóðing og uppliving sum teir í leguni elska og síggja fram til, og at hetta bert er til íblástur. Hetta tók leirvíkingurin, ið avdúkaði at hann kom frá staði við umleið 1.000 fólkum, undir við:

- Hetta er øgiligt og fantastiskt. Vit gleða okkum bara, og ræðast tað als ikki.

28-ára gamli leirvíkingurin skal millum annað spæla móti Robert Lewandowski, ein av bestu áleyparunum í nýggjari tíð. Aðrir føroyskir miðlar bóðu hann fyrihalda seg til tað. Hetta er eisini ein avbjóðng, ið Gunnar Vatnhamar hevur fyrieikað seg til og gleðir seg til. Víkingur Reykjavík-spælarin staðfesti eisini, at hóast teir á føroyska liðnum eru greiðir yvir, at uppgávan verður stór, so er trý stig altíð málið. Nógv skal tó gerast rætt, og tað kom sum afturljóð frá landsliðsvenjaranum, tá Håkan varð spurdur um styrkina hjá Póllandi:

- Tá eitt land sum Føroyar spælir móti slíkum liði, kann man vanta, at mótstøðuliðið kanska vinnur átta ella níggju ferðir út av tíggju. Tað snýr tað seg um at royna at raka handan “tíggjunda dystin” hjá okkum – har alt bara riggar. Beint nú hugsa vit bert um Pólland og ikki Moldova-dystin sunnudagin, sum verður øðrvísi. Tó kann hetta broytast, sum dysturin gongur, staðfestir landsliðsvenjarin.

Føroyar og Pólland spæla her í morgin, hósdagin 7. september, klokkan 19.45 lokala tíð. Samrøður og meira í samband við venjingina um eina løtu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder