Varsjava, Pólland (Portalurin) - Stórfavorittarnir Pólland eru kroystir. Tað skrivaðu vit um á Portalinum í gjár. Kravið til liðið hjá Fernando Santos fyri hetta árið er einfalt: Man skal spæla seg til EM-endaspælið næsta ár, og tí snýr tað seg um at enda í topp-tvey í hesum bólkinum. Í løtuni sær tað ikki so gott út, hvat hesum viðvíkur.
Robert Lewandowski og hinir fara helst at leggja út sum eitt óløgi hóskvøldið og leypa á føroyska málið frá byrjan við 45.000 + fjepparum í rygginum. Føroyska liðið fær heilt víst at koma undir trýst í íhvussu er pørtum av dystinum. Tað er tó ikki í slíkum dystum, at væntast kann, at føroyska liðið fær stig. Í hesari vikuni er tað heilt víst meira heimadysturin sunnudagin móti Moldova, har slíkt "krav" kann fyriliggja á føroyskuni síðuni.
Í annaðkvøld snýr tað seg um hava bringuna frammi, spæla við dirvi, standa ímóti, standa vælskipað sum lið og eisini vísa at man kann hótta Pólland til tíðir. Júst hvussu tað skal fremjast er upp til Håkan Ericson og toymi at arbeiða við næstu tímarnar.
Venjingin í dag, umframt teir fundir sum eru, eru góðir møguleikar til tað, men tað krevst sanniliga eisini, at føroysku spælararnir taka stóra ábyrgd her í pólska høvuðsstaðnum.
Les eisini:
Fyrsti kappingardystur móti Póllandi
Myndir: Komnir uppá pláss í Póllandi
Heini hevur brotið fótin
Vit hava ymiskt tilfar frá venjing seinnapartin.
EM-undankappingarbólkur E
Hósdagin 7. september
19.45:
Pólland - Føroyar
Kekkia - Albania
Støðan:
Kekkia 7 stig
Albania 6 stig
Moldova 5 stig *
Pólland 3 stig
Føroyar 1 stig
* Moldova hevur spælt ein dyst fleiri: Fýra dystir - hini hava spælt tríggjar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald