Vilnius, Litava (Portalurin): - Vit skulu gera tað betri í verjustøðu enn í útidystum undafarnu árini. Ukraina hevur fleiri góðar skjúttar.
Hetta staðfestir Hjalti Mohr Jacobsen fyri Portalinum fyrrapartin. Vit tosaðu við hjálparvenjaran á manslandsliðnum eftir gongutúrin og dystarmáltíðina.
Havnarmaðurin setti millum annað orð á, hvussu Føroyar stilla upp og ætla at spæla. Týdingurin av dystinum fyri støðuna í bólkinum skal ikki undirmetast.
Sí samrøðuna ovast
Filmað og klipt: Egin Tollaksson Kass
Undankappingin til EM 2026 - 2. umfar í bólki 6
Í dag, sunnudagin 10. november - spældur í Twinsbet Arena í Vilnius
13.00: Føroyar - Ukraina
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald