Hondbóltur

Føroyar kunnu taka stórt fet móti EM 2026 í dag

Vinna hondbóltsmenninir í Vilnius verður støðan í bólkinum í øllum førum heilt góð. Ukraina fer at geva heilt ørðvísi avbjóðingar, enn Kosovo gjørdi. Fyrsta bríksl verður klokkan 13.

Tann yngsti og tann elsti í Vilnius: Óli Mittún og Peter Krogh til venjingina í dystarhøllini, Twinsbet, í gjár. Teir og liðfelagarnir fara eftir øðrum sigrinum av teimum møguligum í undankappingini (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Tann yngsti og tann elsti í Vilnius: Óli Mittún og Peter Krogh til venjingina í dystarhøllini, Twinsbet, í gjár. Teir og liðfelagarnir fara eftir øðrum sigrinum av teimum møguligum í undankappingini (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

2024-11-10 08:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vilnius, Litava (Portalurin) - Føroyar hava ikki vunnið EM-undankappingardyst á útivølli áður. Útisigrarnir hjá manslandsliðnum í kappingardystum eru komnir móti vertsjóð í Challenge Trophy (Kosovo í 2015) og í HM undan-undankapping (Luksemborg í 2020)

Nú skal tað verða. Tað tykiskt í øllum førum vera hugburðurin, sum valdar í føroysku leguni og kring í føroyska hondbóltsumhvørvinum. Ikki tí; Ukraina er eitt gott hondbóltslið, sum var um reppið at fáa stig í Hollandi hósdagin, og sum Føroyar bert hava vunnið ein av seks dystum ímóti.

Sí eisini: Ukraina er helst eitt betri lið enn Kosovo

Sí eisini: Teis: - Vit fara eftir at vinna ein útivallardyst (Video)

Sí eisini: Venja verjuspæl og vilja skriva søgu í Vilnius

Menningini hevur tó verið stór. Og tá liðini hittust seinast, í Høllini á Hálsi 26. apríl 2023, vunnu Føroyar við sjey málum og so gott sum spældu seg til EM 2024.

[object Object]
Tróndur Mikkelsen skorar í 33-26 sigrinum á Ukraina í fjør. Nú skulu hann og liðfelagarnir aftur royna at vinna á ukrainum (Savnsmynd: Sverri Egholm)


[object Object]Til ber at fylgja gongdini ovast á portal.fo og roysni.fo, har "livescore" koyrir. Eisini hava vit ein blogg, har stuttar frágreiðingar og myndir koma úr høllini (Mynd: portal.fo) 

Nú snýr tað seg um at koma til EM endaspælið 2026, og hóast tað er tíðliga í undankappingini, so kunnu tvey stig í dag senda Føroyar nógv nærri EM: Í so fall eitur tað fýra stig av fýra møguligum, sigur á tveimum ymiskum liðum - harvið fína støðu um man verður ein av trý'arunum - og dystir eftir móti Ukraina heima og Kosovo, umframt teir móti Niðurlondum.

Hetta er rokniskapur, sum kann takast nærri eftir dystin. Nú skal uppgávan útinnast, og tað kann gerast talan um sera tættan dyst. Í føroysku leguni hava teir hugt nógv eftir verjuspælinum, tí Ukraina kemur við ymiskum góðum dygdum á millum annað "skotøkinum".

Sí eisini: Bredsdorff og Tróndur: - Skulu gera tað ógvuliga trupult hjá teimum at skora (Video)

Heimadysturin hjá Ukraina er í Litava vegna krígsstøðuna í heimlandin. Her eru tó nógvir flóttar og ukrainar annars, og hava teir í gulum tí helst góðan stuðul í dag. Tríggir føroyskir áskoðarar verða til staðar, og fara tey at royna at hjálpa. Í mun til dystin móti Kosovo, avloysir Rói Ellefsen á Skipagøtu Bjarna í Selvindi í hópinum. 

[object Object]
Kjartan Johansen, ið kann fáa leiklut í dag, í skotroynd til venjing í gjár (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

[object Object]Føroyski hópurin, við toymi, undan venjingini í gjár (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Portalurin verður á staðnum við beinleiðis bloggi. Vit hava myndir og síðani samanumtøku, umframt samrøður. Ovast á forsíðu okkara koyrir "livescore" allatíðina við upplýsingum um gongdina í Ukraina - Føroyar

Undankappingin til EM 2026 - 2. umfar í bólki 6
Í dag, sunnudagin 10. november - spældur í Twinsbet Arena í Vilnius
13.00: Føroyar - Ukraina 

[object Object]
Twinsbet leikhøllin tekur vanliga umleið 10.000 fólk - kurvabóltur dregur mest í Litava. Ovasti partur er stongur av til seinnapartin (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

Sí eisini: Størri høll og størri avbjóðing móti Ukraina (Myndir)

Sí eisini: Fara við at hyggja eftir landsliðnum og Paula so leingi til ber

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder