Fótbóltur

Video: - Tað fyrsta er hugburðurin

- Vit seta okkum sjálvar undir trýst eftir 1-0 málið, men tað kunnu vit læra av. Hetta segði U21-landsliðsvenjarin millum annað eftir enn ein sigur. Sámal Erik Hentze var ógvuliga nøgdur við avrikið hjá sínum monnum.

2021-06-08 21:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann hevur seinasta árið staðið á odda fyri føroyska U21-landsliðnum og hevur vunnið fýra útav teimum sjey kappingardystunum í tíðarskeiðnum.

Hetta eru ikki smávegis hagtøl, og í kvøld fekk Sámal Erik Hentze sín triðja sigur í eins nógvum dystum á Svangaskarði.

Sí eisini: 
Myndir frá dystinum
Jonn tryggjaði Føroyum trý stig í fyrstu royndini

Video: 
Jonn: Sjálvandi ætla vit til EM
Stefan: Heilt heilt fantastiskt at byrja uppá hendan mátan

Í viðtalu við Portalin eftir dystin segði Bagge, at hann var errin, tí tað var ikki bara sum at siga tað hjá ungu monnunum at fara út til fyrsta dystin í hesari undankappingini í favorittleiklutinum og við einum liðið, ið ikki er heilt spælt saman, tí leikarar úr tveimum árgangum eru farnir burturav í mun til í fjør - Føroyar spældu eisini uttan Andrias Edmundsson í kvøld.

Venjarin er tó væl nøgdur við samansetingina, og hvussu leikararnir arbeiða fyri hvørjum øðrum, og nú skal byggjast víðari uppá tað.

Næsta uppgávan í undankappingini er eisini Armenia. Útidysturin verður leiktur 2. september - fýra dagar áðrenn Frakland kemur á vitjan.

U21 EM-undankappingin
Svangaskarður, 08.06
Føroyar - Armenia 2-0 (0-0)
68' Jonn Johannessen (Stefan Radosavljevic) 1-0
83' Jonn Johannessen 2-0

Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð - Hanus Sørensen, Samuel Johansen Chkukwudi, Pætur Turiðarson Skipanes - Símun Sólheim (60' Áki Debes Samuelsen), Magnus Holm Jacobsen, Noah Mneney, Stefan Radosavljevic, Lukas Greena Giessing - Jonn  Johannssen

Steffan Ábrahamsson Løkin og Ingi Jonhardsson komu inn seint í dystinum


placeholder
placeholder