Hann skorar, tá hann spælir fyri U21-landsliðið á Svangaskarði. Soleiðis hevur tað verið hjá 20-ára gamli tvøramaðurin, ið hevur nógvar dygdir í álopskenda spælinum og hevur verið sera umráðandi fyri U21-landsliðið seinastu tvey árini.
Les eisini: Stefan skorar hvørjaferð á Svangaskarði
Í kvøld var hann liðformaður, tá Føroyar byrjaðu undankappingina við 2-0 sigri á Armenia:
- Tað er heilt, heilt fantastiskt at byrja við einum sigri. Tað ger, at hugurin at arbeiða víðari á sama hátt verður størri. Vit geva heldur ikki ordliga nakrar møguleikar burtur í kvøld. Verjuparturin var góður, og tað er umráðandi, segði Stefan millum annað í viðtalu við Portalin eftir dystin.
Hann skoraði ikki hesuferð, men miðvallarin legði upp til 1-0 málið hjá Føroyum og var eyðsýndur í spælinum hjá heimaliðnum.
Mynd: Sverri Egholm
Talan var U21-landsdyst nummar ellivu hjá Stefani Radosavljevic.
U21 EM-undankappingina
Svangaskarður, 08.06
Føroyar - Armenia 2-0 (0-0)
68' Jonn Johannessen (Stefan Radosavljevic) 1-0
83' Jonn Johannessen 2-0
Føroyar (4-5-1): Bárður á Reynatrøð - Hanus Sørensen, Samuel Johansen Chkukwudi, Pætur Turiðarson Skipanes - Símun Sólheim (60' Áki Debes Samuelsen), Magnus Holm Jacobsen, Noah Mneney, Stefan Radosavljevic, Lukas Greena Giessing - Jonn Johannssen
Steffan Ábrahamsson Løkin og Ingi Jonhardsson komu inn seint í dystinum
Sí eisini:
Jonn Johannessen: Sjálvandi ætla vit til EM
Bagge: Tað fyrsta er hugburðurin
Myndir: Føroyar - Armenia
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald